Endaspurturin í samband við Sjómannadagin verður náttarhugnin í teltinum á bryggjuni.
Endaspurturin í samband við Sjómannadagin verður náttarhugnin í teltinum á bryggjuni. Har verður almennur dansur við tónleikarum frá Science Fiction á pallinum. Anfinn Nielsen kemur á vitjan og Dansihugni fer at framføra dansir og skipa fyri felags Line-dansi.
Fyrsti sjómannadagurin, í fjør, eydnaðist til fulnar. Eitt tiltak var tó avlýst vegna grimdarregn og illveður, og var tað dans på brygga. Í ár hava vit so fingið eitt telt, ið kann hýsa nógvum fólki. Við góðum tónleiki og undirhaldi skuldi karmarnir sostatt verið til staðar at fingið eina hugnaliga nátt.
Tiltakið byrjar við Dansihugna kl. 23:00. Jákup Marner og Heini Ziska frá Science Fiction fara at spæla til dansin. Anfinn Nielsen verður special guest star og eisini verður harmonikutónleikur á skránni. Meðan tað sum heild eyðkennur sjómannadagin at alt er ókeypis, so skal atgongumerki á kr. 100,00 keypast til dans på brygga.




