Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Sjómannadagur, Klaksvík 16. – 20. august: Springarin farin at eta

John D. Olsen

Springarin tók í gjár sild úr hondini hjá Hjalta Poulsen

Í gjár var Norðlýsið var á ringinum, undir Kunoyarnesi, sum springarin svimur í. Hann sá út til at hava tað gott, men vit høvdu ongan mat við. Honum dámdi væl at svimja framvið har sum fólk stóðu. Tá hann var komin eitt sindur forbí okkum legði hann seg á liðina, soleiðis at tann hvíta síðan viðhvørt kom uppundan vatninum.

Seinni um kvøldið, tá fóru Hjaltur Poulsen og onnur út til springarin. Við høvdu teysild. Tá eydnaðist tað honum at fáa springaran at eta . Ikki nokk við, at hann byrjaði at eta, men hann tók matin úr hondini á Hjalta. Hetta er fyrstu fer at hann tekur mat frá fólki. Men kønir menn halda, at hann óivað hevur fingið mat, av tí at sera nóg æti er á nesinum í hesum dag.

Hjaltur sigur, at springarin var sera sosialur, og helt seg til økið har sum fólkini vóru. Hann er eisini byrjaður at vísa ymisk kynstur. Eitt nú rullar hann seg runt í sjónum og vendur í knappari vending aftur til har fólkini standa, tá hann er á veg burturfrá teimum.

Eftir øllum at døma, so stórtrívist springarin.