Børnini hugnaðu sær á bryggjuni í gjár tá fiskikaping var.
Rættiliga fitt av fólkið hevði leitað sær norður á Kósabryggjuna í gjár, tá fiskikappingin fyri børn var. Fiskikappingin var skipað soleiðis, at tey luttakandi sjálvi skuldu taka eina tráðu við. Á keiini fingu tey ein kassa, sum tey skuldu fiska uppí. Eitt lítið ílat við agni var eisini stillað í hvønn kassa.
Børnini, bæði dreingirnir og genturnar, vóru sera spent at fara í gongd við at fiska. Eftir at Ólavur Poulsen, eitt sindur yvir klokkan 17, hevði givið boð um, at nú kundu tey kasta pilkin ella húkin á sjógv var tað rættiliga skjótt at útvið 100 tráður stóðu útav bryggjukantinum á kósini. Hetta var sjáldsom og forvitnislig sjón. Onkur av teimum eldru, sum høvdu leitað sær oman á Kósina, snakkaði um, at tað mundi verða nógv ár síðan, at fiskikapping seinast hevði verið í Klaksvík. Ein meting var, at tað mundið verða umleið 25 ár síðan eitt slíkt tiltak hevði verið, men um hetta var rætt, komu menn ikki ásamt um.
Beinanvegin tá húkarnir vóru komnir á sjógv, fingu børnini á. Hampiliga nógvur seiður var at fáa, og skjótt legðist afturat í køssunum. Tað vóru ikki bert børnini sum vóru spent uppá kappingina, eisini nakrir pápar, og hissini mamma, vístu stórt ágrýtni at fáa fiskarnar krøktir av húkum, tá teir vóru syftir um kantin. Fyri tað mesta var talan um smáan seið á áleið 25-30 cm. Onkur størri seiður var eisini syftir, umframt nakrar smáfiskar og skrubbur.
Tað tóktist sum ikki bert børnini hugnaðu sær á bryggjuni. Onkrar familjur høvdu skipað soleiðis fyri, at fiskikappingin var familjutúrur norður á Kósina, við kaffi og onkrum afturvið.
Tá umleið 45 minuttir vóru gingnir varð givið boð um, at nú var fiskikappingin av og at øll máttu gevast við at fiska. Stílað var fyri, at kassarnir hjá børnunum vóru vigaðir, fyri at finna út av hvussu nógv tey høvdu fiskað.
Til handanina av heiðursmerkjum kom Nósi frá Føroya Banka.
Aftaná fiskikappingina varð skipað fyri at børnini kundu kasta fløskupostar. Tey fingu tómar fløskur frá Føroya Bjór og ein pappírslepa frá Føroya Banka, sum tey koyrdu niður í fløskurnar. Klakkur og Ågot førdu øll børnini út á fjørðin, har fløskurnar vórðu kastaðar.
Vinnararnir gjørdust hesi:
Gentur:
1.
2.
3.
Dreingir:
1.
2.
3.
Úrslit:
Jonva Joensen
Mikkjal Sivertsen
Heri Høgnesen
Martin Olsen
Mikkjal á Bergi
Rebekka P
Tórfinn A
Kristina P
Krista Mørkøre
Ingrid J.
Jákup Eysturlíð
Maria Askham
Lisabeth Joensen
Poul Eyðfinn Poulsen
Rani í Bø
Anita Gregersen
Róland S Biskupstøð
Andreas S
Poul K Matras
Aron Joensen
Leivur Ellingsgaard
Uni Gregersen
Sisilia Eysturdal
Victoria Eysturdal
Olaf á Grønastøð
Sigmar Nysted
Elsa Joensen
Frida Joensen
Siri Anthonisen
Turid Højgaard
Hans D Eydnugarð
Jórun Niclasen
Josvein Joensen
Absalon Jacobsen
Petur O Mørkøre
Fróði Mørkøre
Steffan Poulsen
Jógvan Gullaksen
Jóhann Høgnesen
Royja Eysturdal
Jóanis Danielson
Laila Hjelm
Jákup Mýru
Malan Mýru
Martin Baldvinson
Sjúrður Christiansen
Kári Sólheyg
Hans P. Sólheyg
Kristin Vilhelmsen
Karstin Bertholdsen
Aron Dahl
Búgvi Mikladal
Anikka Arge
Eyðun Waagstein
Maria Højgaard
Bárður Askham
Harriet Jacobsen
Christian Joensen
Andrea Joensen
Christoffur Bjartalíð
Ninni Havnará
Tina Joensen
Rúni Joensen
Kristian Petersen
Marni Hansen
Karla Hansen
Tróndur Fuglø
Olgar Fuglø
Gunnar C
Bjørg Mikladal
Marin Nielsen
Hermod Olsen
Tóri Z Dahl
Heri Borgarlíð
Sergei
Bára Leiti
Dan Akursmørk
Kára
Sanna Kallsberg
Álvur Zachariassen
Emilia Zachariassen
Erla
Louisa Sørensen




