Fyrireikingarnar hava verið í gongd í eina tíð, skráin er gjørd, men ikki heilt endalig, sigur Karl Birgir Isaksen ein av fyrireikarunum av Føroya Sjómannadegi við Norðlýsið
Vit eru sera spent at halda sjómannadagarnar aftur í Klaksvík. Seinast var í 2019, sigur Karl Birgir.
Alt arbeiðið í samband við Føroya Sjómannadag verður gjørt ókeypis og av góðum huga hjá fjøld av fólki‚ sum á ymiskan hátt hjálpa til, upplýsir Karl Birgir
Skráin verður sum undanfarin ár, hon er gjørd, men ikki heilt endalig, sigur Karl Birgir Isaksen við Norðlýsið



