Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Sjómannadagur: Nísur og Hemarar vitja Føroya Sjómannadag

John William Joensen

Ein av best umtóktu framsýningum á Føroya Sjómanndegi í fjør var framsýningin av livandi fiskum og skeljadjórum og fyrireikararnir ætla at víðka hesa framsýning í ár.

Brøðurnir Ólavur og Hjalti Poulsen, sum hava ábyrgd av framsýningini við livandi fiskum og skeljadjórum, siga at teir í ár hava lagt seg eftir at fáa nakrar livandi Nísur við  á framsýningina.
– Vit hava lagt ætlanir um hvussu vit skulu fáa hendir á Nísum, men tað er sjálvandi altíð ein óvissa um tað fer at eydnast okkum.
– Tað er ikki óvanligt at Nísa verður fanga í nótum og gørnum, og tí fara vit eisini at heita á fiskimenn um at venda sær til okkum um so er.

Øll sløg av skeljadjórum
Tað var næstan ógjørligt hjá foreldrum at fáa børnini burtur frá kørunum við fiskum og skeljadjórum og talan var um eina rættiliga umfatandi framsýning.
– Framsýningin umfatar øll sløg av skeljadjórum eins og ymisk fiskasløg og her høvdu vit sera gott samstarv við bátar og skip. M.a. fingu vit nakrar Havkattar, sum jú líkjast Hávi, men øll sløg av fiski hava okkara áhugað.
– Tað er eingin ivi um at vit eisini fara at fáa vitjan av Hemarum, sum jú er eitt Háva slag sum livir kring Føroyar.

Framsýningin av livandi fiskum og skeljadjórum verður á Stongunum í Klaksvík leygardagin 19. august.

Føroya Sjómannadagur 2006