Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Føroya Sjómannadagur skipar fyri nýggjari standmynd

Oliver Joensen

Í vetur fekk Føroya Sjómannadagur  eina áheitan frá Edwardi Fuglø, um vit vildu vera við at heiðra teir báðar listamenninar Fridtjof Joensen og Hans Hansen, báðir bornir í heim í Mikladali og sum høvdu fylt 100 ár í ár. Fridtjof 3. september og Hans Hansen 14. november.

Tað vildu vit sjálvandi vera við til at royna, ikki minst tí, at hesir báðir vístu á nýggjar gongdar leiðir og at teir høvdu eitt tætt tilknýtið til sjógvin.

Hans Hansen fór til skips bert 15 ára gamalur, fór seinni í málaralæru ov var avlærdur í fakinum í 42. Seinni fór hann á Kunstakademiið í Keypmannahavn, har hann millum annað læs um fresco málningar. Flestu tilkomin í Klaksvík munnu minnast freskomyndina hjá Hans Hansen, sum í eitt langt áramál hekk í bygninginum hjá Føroya Banka í Klaksvík.

Fridtjof Joensen lærdi til maskinmeistara á Tuxham í Keypmannahavn og var til skips í fleiri ár. Hann arbeiddi eisini sum smiðjur. Í frítíðini gjørdi hann træskurðir og raðið lá fyri at tekna við blýanti, serliga bátar og fólk. So hegnigur var hann, at hann í 1967 fór á Det Kongelige Danske Kunstakademi í Keypmannahavn. Har var hann næmingur til 1970, sum myndahøggari.

3. september stóri dagurin

Sum altíð hjá Føroya Sjómannadegi, so er neyvt samarbeiði saman við vinnuni. Nógv skip á Klaksvík vildu vera við í einum tiltaki, har ein standmynd bleiv gjørd av einum uppskoti, ið Fridtjof einaferð í tíðini hevur gjørt.

Í góðum samstarvi eisini við Klaksvíkar Kommunu, er hetta nú fingið í lag og standmyndin stoypt. Dagurin er settur til 3. september, tá myndin verður sett upp á horninum Kommunubrekka, Víkavegur.

Ætlanin var, at tiltakið skuldi vera so fyriskipað, at aftaná avdúkingina, skuldi ein framsýning av ymiskum hjá listamonnunum báðum lata upp á Spinnarínum.

Men orsakað av korona tilráðing frá Pál Weyhe er avgjørt at vit skjóta listaframsýningina á Spinnarínum út til at vera á føðingardegnum hjá Hans Hansen, har alskyns list frá teimum báðum verður sýnd fram, men meira um tað seinni.

Í komandi viku fara vit at lýsa nærri um tiltakið í Víkunum 3. september.

Føroya Sjómannadagur