Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Skipara- og Navigatørfelag havt aðalfund

Danial Viðoy

Í gjár 28. desember 2016 hevði Føroya Skipara- og Navigatørfelag aðalfund í sæti felagsins í Havn.

Tíðindaskriv – Skipara- & Navigatørfelagið:

Í gjár 28. desember 2016 hevði Føroya Skipara- og Navigatørfelag aðalfund í sæti felagsins í Havn.

Til nevndarvalið stóðu hesir 6 fyri vali: Annfinnur Garðalíð, Leivur Christiansen, Niels J. Nielsen, Annfinn Fagraklett, Jan Haldansen og Andrew Svenning Borg. Teir vóru allir afturvaldir.

Nevndarlimirnir, sum ikki stóðu fyri vali í 2016 vóru:
 
Ellintur M. Abrahamsen, Kristin Friis, Elias S. Zachariassen, Ólavur Biskopstø og Jákup Gøthe.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Annfinni Garðalíð sum formanni og Elias S. Zachriassen sum næstformanni.

Á myndini eru nevndarlimir frá vinstru: Annfinnur Garðalíð, Niels J. Nielsen, Kristin Friis, Annfinn Fagraklett, Ellintur M. Abrahamsen, Jákup Gøthe og Elias S. Zachriassen.