Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Sparikassi letur upp í Klaksvík 20. februar

John William Joensen

Mánadagin 20. februar letur Føroya Sparikassi dyr sínar í Klaksvík upp á víðan vegg. Longu fríggjadagin 17. februar verður móttøka í KÍ-Caféini, og sunnudagin 19. februar verður eitt stórt barnatiltak í KÍ-høllini.

Sparikassin hevur longu staðfest, at klaksvíkingar taka væl ímóti nýggju deildini hjá Føroya Sparikassa. 
Føroya Sparikassi letur nú upp nýggja deild í klaksvík, og tað fara klaksvíkingar helst at leggja væl til merkis.
Upplatingardagurin í Bøgøtu 12 er mánadagin 20. februar, og dagarnar upp undir upplatingina verður skipað fyri tiltøkum bæði fyri stór og smá.

Móttøka og barnatiltak
Tiltøkini hjá Sparikassanum verða fríggjadagin 17. og sunnudagin 19. februar.
Fríggjadagin kl. 16.00 verður móttøka í KÍ-caféini, sum er partur av KÍ-høllini. Har eru øll vælkomin at støkka inn á gólvið at heilsa upp á tey, sum skulu arbeiða á nýggju deildini, umframt onnur sparikassafólk. Har verður ein biti at fáa, og nakað av undirhaldið verður eisini.
Sunnudagurin stendur í ljósinum hjá børnunum, og seinnapartin henda dag verður eitt stórt barna- og familjutiltak í KÍ-høllini. Bassi er vertur í KÍ-høllini, og skráin fyri tiltakið er spennandi. Longu nú kann avdúkast, at Trølla Pætur Show er á skránni, og eisini fer ársins føroyski tónleikabólkur, Poppkorn, at syngja og undirhalda.
Tað er ókeypis at vitja Bassa og hansara vinfólk í KÍ-høllini sunnudagin 19. februar, og øll eru vælkomin.

Í Føroya Sparikassa gleða fólk seg til at lata deildina í Klaksvík upp, og hann, ið er mest spentur, er ivaleyst nýggi deildarleiðarin, Eyðun Mørkøre, ið sjálvur er klaksvíkingur.
Vit eru til reiðar at fara undir uppgávuna, tað er, at reka eina deild í Klaksvík. Tað gleðiliga er, at klaksvíkingar longu hava tikið væl ímóti okkum. Vit hava longu fleiri nýggjar kundar í Klaksvík, og áhugi er bæði fyri sethúsafígging, vinnulívsfígging, virðisbrøvum og øðrum av dygdargóðu tænastunum, vit bjóða kundunum, sigur Eyðun Mørkøre.