Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya sterkasti maður til Klaksvíkar

John William Joensen

Leygardagin 21. Juni verður kappast um at gera Føroya sterkasti maður í KÍ høllini í Klaksvík. Fýra luttakarar eru við í kappingini sum byrjar kl. 18.

Leygardagin 21. Juni verður kappast um at gera Føroya sterkasti maður í KÍ høllini í Klaksvík. Fýra luttakarar eru við í kappingini sum byrjar kl. 18.

Lutakararnir eru nr. 1 ,2 og 3 frá í fjør: Bogi Hammer, Bjarni Nielsen og Helgi Lamhague. Harafturat verður Jákup Suni Berg, ið hevur vunnið heiti Føroya Sterkasti Maður tvær ferðir fyrr.

Kappast verður um:

1, Lyfta eina stammu á 110 kg oftast upp um høvd í 75 sek.

2, Hala ein lítlan lastbil ið stendur í 5 gear skjótast 20 m.

3, maks í deadlift, byrja verður við 270 kg. so verða 5 kg lagt á til vinnari er funnin.

4, Squat vid 240 kg, tann sum lyftur oftast vinnur.

5, Halda eina oljutunnu í hvørjari hond á 180 kg longst.

6, Power stairs. Try 200 kg lodd berast skjótast upp upp gjøgnum eina trappu á 6 trin.

7, 5 bobbensir. Fra 100 kg til 140 lyftast uppá plattar í ymskar hæddir.

Atgongumerkja forsølan er í Kiosk Vár Klaksvík og Saltangará.

Harleyfacadeacryl