Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Tele framhaldandi høvuðssponsor hjá Íverksetarahúsinum

Tíðindaskriv

Í dag skrivaðu Føroya Tele og Íverksetarahúsið undir tvey ára sponsoravtalu. Við avtaluni er Føroya Tele framhaldandi høvuðssponsor hjá Íverksetarahúsinum

Í dag skrivaðu Føroya Tele og Íverksetarahúsið undir tvey ára sponsoravtalu. Við avtaluni er Føroya Tele framhaldandi høvuðssponsor hjá Íverksetarahúsinum

Bjartur Nolsøe, stjóri í Íverksetarahúsinum, og John Syderbø, marknaðar- og produktstjóri hjá Føroya Tele, undirskrivaðu í dag sponsoravtalu fyri 2017 og 2018.

Endamálið við avtaluni er at fáa styrkt innsatsin fyri íverksetan í samfelagnum, ásannandi, at Føroyar hava tørv á fleiri íverksetum, og fleiri vinnuligum beinum at standa á.

Tað hevur stóran týdning fyri okkum at ein stór fyritøku sum Føroya Tele bakkar upp um Íverksetarahúsið og er við til at leggja lunnar undir føroyska íverksetan, vísir Bjartur Nolsøe á, í stuttari viðmerking.

Føroya Tele og Íverksetarahúsið arbeiða saman um at brúka sponsoravtaluna til størst møguligt felags gagn.

Harleywoodpaint