Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Tele gott fyrra hálvár

Oliver Joensen

Føroya Tele hevði 22,7 milliónir krónur í avlopi eftir skatt fyrra hálvár 2007, sigur Føroya Tele í tíðindaskrivi.

Nevndin hevur viðgjørt hálvársroknskapin á sínum fyrsta nevndarfundi eftir summarfrítíðina, og nevnd og leiðsla vænta eitt betri ársúrslit í ár enn í fjør
Avlopið á rakstrinum hjá Føroya Tele var 22,7 milliónir krónur eftir skatt fyrra hálvár 2007. Nevndin í Føroya Tele hevur viðgjørt hálvársroknskapin á fyrsta nevndarfundinum eftir summarfrítíðina, og nevnd og leiðsla eru nøgd við gongdina.
Um hendan gongdin heldur fram restina av árinum, verður ársúrslitið í 2007 betri enn í 2006, tá Føroya Tele hevði 26,7 milliónir krónur í avlopi eftir skatt.
Nettosølan fyrra hálvár í ár var 172 milliónir krónur, og tað eru 13,5 milliónir krónur meira enn fyrra hálvár 2006, tá nettosølan var 158,5 milliónir krónur. Men útreiðslurnar øktust eisini fyrra hálvár í ár sammett við sama tíðarskeið í fjør úr 101,5 milliónum krónum upp í 118,5 milliónir krónur. Øktu útreiðslurnar stóðust fyrst og fremst av, at Føroya Tele hevur brúkt pengar til at dagføra tøkni og uttanlandssamskiftið.
Føroya Tele hevur eisini gjørt íløgur í KT fyritøkur í Føroyum og Danmark, og hetta fer at ávirka roknskapin hjá felagnum seinna hálvárið. Samanumtikið verður roknað við, at ársúrslitið verður betri í ár enn í fjør.
Harumframt ger Føroya Tele íløgur í SHEFA-2, sum er nýggja fjarskiftissambandið millum Føroyar, Hetland, Orknoyggjarnar og Skotland.
Eginpeningurin hjá Føroya Tele vaks 22 milliónir krónur fyrstu seks mánaðirnar í ár og var 349,8 milliónir krónur 30. juni 2007. Trygdarevnini hjá samtakinum eru 65 prosent.