Nú verður farið undir at útbyggja 4G – ella LTE, sum tað eisini eitur. Talan er um dygdarbesta breiðbandsnetið til fartelefonir og aðrar eindir, sum nýta farnet.
Nú verður farið undir at útbyggja 4G – ella LTE, sum tað eisini eitur. Talan er um dygdarbesta breiðbandsnetið til fartelefonir og aðrar eindir, sum nýta farnet.
Føroya Tele hevur í vikuni sent Fjarskiftiseftirlitinum umsókn, har biðið verður um frekvensloyvi til at senda 4G LTE. Harvið byrjar arbeiðið at útbyggja eitt dygdargott 4G-net, sum skal nøkta framtíðartørvin á breiðbandi til fartelefonir, teldlar og aðrar databerandi eindir í Føroyum.
Farbreiðbandið hjá Føroya Tele í dag kallast 3G+, sum roynist sera væl samanborið við líknandi net í øðrum londum. Hetta vísa samanberingar millum netið hjá Føroya Tele og net í øðrum londum. Talan er sostatt um eitt net og eina ferð, sum er væl meira støðug enn flest aðrastaðni.
Tørvurin á skjótum og góðum farneti stendur tó ongantíð í stað. Krøvini til datamongd og dataferð økjast alsamt, og tí er Føroya Tele farið at gera fyrireikingar til at útbyggja eitt 4G-net um alt landið.
4G er fjórða ættarlið av fartelefoni. 4G-tøknin verður eisini nevnd LTE, har LTE stendur fyri Long Term Evolution, sum er ein standardur fyri tráðleyst samskifti av data við høgari ferð til fartelefonir og aðrar databerandi eindir.
Talan er sostatt um eitt nýtt ættarlið av farbreiðbandi til fartelefonir og annað. Enn klárar skipanin ikki at handfara talu nóg væl, og tí hevur Føroya Tele valt, fyri at tryggja dygdina, at varðveita ta tøkni ið longu veitir 2G og 3G um landið. Væl útbygda farnetið hjá Føroya Tele er tískil stórur fyrimunur.
Farnetið hjá Føroya Tele er longu í stóran mun fyrireikað til 4G, og tí er uppgávan at uppstiga netið ikki so stór, sum hon annars kundi verið.
4G LTE hjá Føroya Tele verður útbygt komandi árini, býtt upp í tvær ymiskar verkætlanir – eina royndarverkætlan og eina útbyggingarverkætlan. Fyrsti parturin snýr seg um at útbyggja 10 støðir í Havn, Klaksvík og Runavík. Útbyggingarverkætlanin snýr seg um at útbyggja LTE til alt landið.
Fyrsti parturin av LTE-útbyggingini verður liðugur í 2015, meðan samlaða verkætlanin at útbyggja til alt landið verður heilt liðug í 2019. Samlaða íløgan verður góðar 40 milliónir krónur.
4 ættarlið av fartelefoni
· Fyrsta ættarlið var NMT, Nordic Mobile Telephony, ið var ein analog tøkni, sum nú er niðurløgd.
· Næsta ættarlið var GSM ella 2G, sum Føroya Tele kom við í 1998. Føroya Tele fekk útbreiðslu til alt landið og langt út á havøkið. Hetta var fyrsta ættarlið, ið seinni kundi brúkast til farbreiðband gjøgnum fyrst GPRS og síðan Edge, ið var eitt sindur skjótari.
· Triðja ættarlið, sum kom 2009, kallaðist 3G, sum í dag er um so at siga alt landið. Nú kom verulig ferð á farbreiðbandið. Okkara sjófólk fáa eisini gagn av 3G gjøgnum Sjónetið, sum røkkur heilt út á 70 fjórðingar.
· Nú er so tíðin komin til fjórða ættarliðið 4G LTE og enn størri ferð á farbreiðbandinum.




