Tíðindaskriv frá Føroya Ungdómsráð: Í bókini hjá Norðurlandaráðnum stendur verkætlanin hjá Føroya Ungdómsráð Les og Lær í Føroyum sum eitt fordømi um at ung taka ábyrgd av at menna sítt egna land.
Norðurlandaráðið hevur kannað møguleikarnar hjá børnum og ungum at luttaka í samfelagsviðurskiftum og valdi at seta sjóneykuna á Les og Lær í Føroyum.
Les og Lær í Føroyum savnar upplýsingar um læru- og lestrarmøguleikar í Føroyum.Í 2012 skipaði Føroya Ungdómsráð (FUR) fyri einari kapping “Vinn eitt lærupláss” til tess at eggja føroyskum fyritøkum og stovnum at taka lærlingar. Vinningurin var endurgjald fyri kostnaðin fyri ein lærling í eitt heilt ár. FUR gjørdist tá varug við at upplýsingartilfar um læru-og útbúgvingarmøguleikar ikki vóru savnaði, hóast møguleikarnir vóru nógvir og væl fleiri enn væntað.
FUR tók stigið til verkætlanina í 2013 saman við yrkis- og arbeiðsgevarafeløg fyri at vísa á møguleikarnar at útbúgva seg í Føroyum. Les og Lær í Føroyum er ein árbók og tvær heimasíður um útbúgvingarmøguleikar í Føroyum, les.fo og studyinfaroeislands.com.
Málið er miðvíst at arbeiða fyri at venda mynstrinum soleiðis at ung fyrst kanna møguleikarnar at útbúgva seg í Føroyum, síðani Danmark og onnur lond.
Norðurlandaráðið hevur brúkt verkætlanina sum eitt fordømi, at ein barna- og ungdómsfelagsskapur tekur á sínar herðar at greiða ungdómi í Føroyum frá møguleikunum at lesa og læra í Føroyum, og metur verkætlanina sum úrslit av einum hugtakandi virkishugburði, saman við fígging frá áhugapørtum og myndugleikum.
Leinki til bókina Do Rights! er her
Brot úr bókini Do Rights – Nordic Persepctives on child and youth participation (mynd):




