Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

FØROYALEIKIR SETTIR Í KLAKSVÍK Í DAG

Tekstur: Dávur Winther

Setan verður á vøllinum við Djúpumýri í dag kl. 16.30.

Føroyaleikir verða settir á vøllinum við Djúpumýru, har borgarstjórin, Karl H. Johansen, og ÍSF forsetin, Elin Heðinsdóttir Joensen halda røður.

Klaksvíkar hornorkestur luttekur og Anna Lovisa Mýri framførir nøkur løg. Eftir setanina verður boðið kaffi og køka.

FM Í TRIATHLON OG JUDO KAPPINGAR Í KÍ HØLLINI
FM í olympiska teininum í triathlon, ið skuldi verða á Norðoyastevnu í Klaksvík, verður í staðin á Føroyaleikum í dag kl. 18.00.

Kappast verður í 1500 m svimjing, 40 km súkkling og 10 km renning. Eisini verður møguleiki at luttaka í styttri teini, sum er 750 m svimjing, 20 km súkkling og 5 km renning. Har kunnu tey, sum kanska aftra seg við at royna longra teinin, royna seg.

Triathlon kappingin byrjar og endar við bátabrúgvarnar og judo kappingarnar verða hildnar í KÍ høllini.

SKRÁIN

Fríggjadag 9. juli

kl. 10.00: U18 kapping í Judo. Finalurnar eru kl. 14.00

kl. 16.30: Føroyaleikir verða settir við Djúpumýru.

Kl. 18.00: Triathlon kapping (byrjað verður við bátabrúgvanar)

Kl. 20.45: Íðkarar á mál

Kl. 21.00: Heiðursmerkjahandan

Leygardag 10. juli

kl. 10.00: Judo kapping fyri kvinnur og menn. 

kl. 15.00: Finalurnar verða