Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Føroyameistaraheitið er næstan heima hjá KÍ

Jákup Ósá

KÍ vann toppdystin í Gundadali, og nú er føroyameistaraheitið nr. 19 næstan heima hjá KÍ.

Sigurin ger, at KÍ er 10-11 stig frammanfyri Víking og HB, um HB vinnur sínar útsettu dystir, nú ein triðingur er eftir at spæla. Og tá KÍ ongar trupulleikar hevur havt av, at vunnið móti botn 5 liðunum, so eru bara fýra dystir, har KÍ ‘’kann’’ ‘’missa’’ stig.

Grundarlagið fyri sigrinum hjá KÍ bleiv lagt fyrsta hálva tíman av dystinum. KÍ hevði meira álopssinnaða tilgongd til dystin og legði meira fyri í nærdystum handan partin av dystinum, meðan HB heldur óvæntað ikki fór fram at trýsta við ágangandi spæli. KÍ kom eisini á odda 2-0, áðrenn HB kom inn í dystin, tá útskifting bleiv gjørd og Pætur Petersen kom á vøllin. Hann setti gongd í HB og restin av dystinum bleiv meira javnur.

Flottasta málið kom í seinna hálvleiki frá besta álopsleikaranum í kappingini í ár, Bob Sumareh. Hann dróg framvið HB verjuni áðrenn hann úr spískum setti bóltin í málið við høgra beininum. HB fekk tvey mál og vann seinna hálvleik og síðstu minuttirnir vóru spennandi, men HB fekk ongantíð stóra málmøguleikan til at javna. KÍ vann samanlagt ein uppibornan sigur.

 

Hetta fer helst at vísa seg at blíva dysturin, ið endaliga staðfesti, at KÍ verður føroyameistari 2021.