Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyameistarar 2003

Oliver Joensen

Tað sum øll vitstu alt kappingarárið, varð staðfest í kvøld. 1. deild kvinnur eru í serflokki. tær smurdu B68 av í kvøld við seks málum móti einum.

Tað er onki at taka seg aftur í, at 1. deild kvinnur hjá KÍ eru nakað heilt fyri seg í føroyskum kvinnufótbólti. Alt kappingarárið í ár hava tær yvir høvur ikki fingið mótstøðu frá nøkrum liðið. Úrslitið higartil í ár nú bert ein dystur er eftir at leika er at málmunurin er 138 – 4 til KÍ. Ella skorið út í papp: Tær hava fingið bóltin 138 ferðir í netið hjá mótstøðuliðunum, ímeðan mótstøðuliðini bert hava megna at havt bóltin fýra ferðir í KÍ málinum alt kappingarárið.
Tað er undrunarvert, at liðið hóast lítla mótstøðu alla tíðina hevur verið rættuliga seriøst. Hinvegin má sigast, at tað er harmuligt fyri kvinnufótbóltin at ikki ein gang kvinnuliðini úr høvuðsstaðnum kunnu manna eitt kvinnulið sum líkist. Her er nakað heilt galið við arbeiðinum hjá feløgunum.
Vit vóru á støð, tá kvinnurnar smílandi komu í land av Dúgvuni, hóast lítið var gjørt burturúr, so hava vit stóra virðing fyri teimum og fyri tí tær hava ríkað føroysku kvinnufótbóltskappingina við.
Tillukku nú tit frammanundan seinasta dystinum í kappingini liggja heili 8 stig frammanfyri nærmasta kappingarneyta.