Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyameistarar 9.árið á rað

Oliver Joensen

Kvinnurnar hjá KÍ eru nakað heilt fyri seg, tað má føroyskur ítróttur ásanna, um um væl gongst, kunnu tær fara at seta heimsmet.

Seinasti dysturin, ið var leiktur á Djúpumýrum var ímóti Skála, og tann dystin vunnu KÍ-kvinnurnar við 4 málum ímóti einum.
Ragna Andreassen sigur við Norðlýsið, at KÍ kvinnurnar vóru so langt frammanfyri øll hini liðini, at tað var ikki so lætt at seta seg upp til hendan seinasta dystin. Kanska vóru vit meira fyrireikaðar til gulldystin og til diskotekkvøldið, sum vit høvdu fyrireikað til okkum sjálvar, heldur enn at spæla bólt, men eg veit ikki alíkavæl.
Satt at siga, so haldi eg at vøllurin á Djúpumýru hevði sína skuld í, at tað gekkst okkum so illa at finna hvørja aðra í dystinum leygardagin.
Vit høvdu avtalað at spæla á sama hátt sum næstseinast, men onki riggaði. Hvat tað er við vøllinum veit eg ikki, men eg helt meg síggja tað sama hjá monnunum ídag. Bólturin er næstan ikki til at rokna út. Við hvørt springur hann langt í loft og við hvørt liggur hann sum tamdur.
Men, lat meg siga, at tað gekk væl hóast alt. Vit fingu ikki hol á fyrr enn í fyrstu minuttunum í seinna hálvleiki, tá Doris í Garði Joensen við einum brandskoti setti bóltin í netið. Síðani var Rannvá Andreassen tríggjar ferðir á blettinum og skoraði, til Skála í seinastuni eisini fekk eitt mál.
Haldi at sigurin var okkum uppiborðin. Áhugavert er eisini, at venjari okkara setir tær yngri kreftirnar inn í slíkum dystum. Sum nú er hava vit, sum komnar eru nakað til árs onki at stúra fyri, hvat útskifting viðvíkir. Eg haldi at vit eiga nógvar góðar ungar kreftir, sum kunnu taka eftir.

Heimsmet
Tað er ikki heilt ósannlíkt, at fremsta kvinnuliðið hjá KÍ kann fara at seta heimsmet. Sum skilst, so eigur  Rosenborg heimsmetið við at vinna norsku kappingina 13 ferðir á rað, og um KÍ kvinnurnar halda áfram, so hava tær møguleikan at sláa hetta metið. Men sjálvandi, tað veldst um so nógv