Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Føroyameistarar í badminton -tvímansleikur og blandaður tvímansleikur

Jóhann Lützen

Herfyri var FM fyri ung í badminton í høllini á Giljanesi. Kappast hevur verið í bæði tvímans-  og blandaðum tvímansleiki í hesum aldursbólkunum: U9, U11, U13, U15 og U17.

Tað vóru tættir og spennandi badmintondystir at síggja, tá allir teir ungu aldursbólkarnir kappaðust hendan leygardagin. Her er yvirlitið fyri FM vinnararnar í 2022.

12-14. mai verður Kontrast FM, sum er stóri finaludagurin hjá badminton, borðtennis og judo. Tá fara tey vaksnu at kappast um FM heitið í einmans-, tvímans- og blandaðum tvímansleiki.

Badmintonsambandið ynskir øllum vinnarunum til lukku við FM heitinum, og síggja vit fram til nógvar spennandi dystir tá KONTRAST FM verður.