Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyameistarin stóð seg væl í Copenhagen Marathon

John William Joensen

– Eg eri sera væl nøgdir og nú gleði eg meg til Tórshavn Marathon í summar, sigur Pól Sundskarð

Beinur Poulsen hevur sent okkum nakrar myndir frá Copenhagen Marathon sum var í Keypmannahavn sunnudagin.

Á myndunum síggja vit føroysku rennararnar og góða stemningin sum var í Keypmannahavn sunnudagin.

Føroyameistarin nøgdur
Pól Sundskarð, sum er føroyameistari fyri veteranar, er nøgdur við úrslitið.
– Eg gjørdist nummar 25 í mínum aldursbólki og eg forbedraði tíðina við umleið átta minuttum frá í fjør tá vit eisini runnu í brennandi sólskini. Hitin í keypmannhavn var um 28 stig tá vit runnu.
– Nú dagin eftir renningina eri eg væl fyri og nøgdur hóast eg eri eitt sindur skoldaður um herðarnar, so nú hyggi eg fram ímóti at forsvara FM heitið í Tórshavn Marathon í summar.