Vit mugu laga samfelagið til, at vit eru flytifuglar, og at ein stórur, og helst ein vaksandi partur av samfelagnum, virkar í útheiminum minst líka nógv sum í Føroyum. Hetta ljóðar møtumikið, men í veruleikanum eru hesar avbjóðingar ein gáva til føroyska samfelagið. Tí latið verður upp fyri heilt nýggjum møguleikum, fyri nýggjar tænastur, nýggjar fyritøkur og nýggj spennandi arbeiðspláss,” segði Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, tá hann setti Vinnudagin í Norðurlandahúsinum tíðliga seinnapartin.

Hann vísti á, hvussu nógvir føroyingar arbeiða í olju- og frálandavinnuni og helt fyri, at vit skulu vera errin av, at føroyingar eru so umbidnir, og at okkara arbeiðsmegi, umframt at vera væl útbúgvin, er lagalig og dugnalig, og at arbeiðsmoralurin er høgur.