Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyar eru nú eitt valdømi

John William Joensen

Allir tinglimirnir í Suðurstreymi – uttan ein – atkvøddu tvørpolitiskt fyri einum valdømi og við eini samdari rødd frá høvusstaðarpressuni var uppskotið trýst gjøgnum løgtingið.

Tað var aftur hesuferð andstøðan – sum syrgdu fyri at uppskotið hjá Løgmanni og Løgtingsformanninum varð samtykt á Føroya Løgtingið til 3. viðgerð.

Uppskotið um at leggja uppskotið út til fólkaatkvøðu fall og somuleiðis ein áheitan at senda uppskotið í eina nevnd.

Fjølmiðlaleiðslurnar í Havn sigraðu
Tað kom fleiri ferðir fram undir tingviðgeriðini at tað fyrst og fremst vóru leiðslurnar á fjølmiðlunum í høvuðstaðum sum høvdu syrgt fyri at eingi spurnartekin vóru sett við týdningarmesta uppskotið – sum kollvelti demokratisku skipanina við eini viðgerð, sum vardi nakrar fáar vikur – bleiv borðið gjøgnum tingið.

Hendrik Old segði til endans at Sosialurin hevði allur sum hann var arbeitt miðvíst fyri at fremja avtøkuna av føroysku valdømunum.

Harleywoodpaint