Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyar fáa ikki sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum

Helgi Abrahamsen

Tað verður ikki á hesum sinni, at Føroyar fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum. Tað skrivar heimasíðan hjá ráðnum, norden.org.

Tað verður ikki á hesum sinni, at Føroyar fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum. Tað skrivar heimasíðan hjá ráðnum, norden.org.

Formansskapurin í Norðurlandaráðnum hevði mánadagin fund í Keflavík í Íslandi, har føroyska umsóknin varð viðgjørd. Niðurstøðan á fundinum var, at málið átti fyrst og fremst at verða viðgjørt millum Danmark og Føroyar.

Ruth Vang, løgtingskvinna og limur í Norðurlandaráðnum, var við á fundinum, og hon greiddi frá føroyska ynskinum. Hon sigur við heimsíðuna hjá Norðurlandaráðnum, at hon er ikki nøgd við avgerðina hjá formansskapinum.

”Vit síggja ikki okkum sjálvi sum eitt sjálvstýrandi øki. Vit eru eitt fólk, ein tjóð. Eg veit ikki hvat vit hava at gera í Norðurlandaráðnum, um hetta er áskoðanin hjá ráðnum,” sigur hon.

Føroyska umsóknin var bæði um at fáa fullan limaskap í Norðurlandaráðnum (fyri parlamentarikarar) og í Norðurlendska Ráðharraráðnum (fyri ráðharrar). Samstarvsráðharrarnir (umboðini fyri allar norðurlendsku stjórnirnar í Ráðharraráðnum) viðgjørdu tann partin av umsóknini á teirra fundi tann 1. november, og heldur ikki har vann umsóknin frama.