Forsetin sigur, at einki er avgjørt, men tað ljóðar í nógvum krókum, at niðurstøðan verður, at Lars Olsen verður skiftur út eftir hetta EM-bólkaspælið.
(Grein úr Norðlýsinum mikudagin við dagføringum) Lars Olsen hevur verið A-landsliðsvenjari hjá Føroyum síðani 2012. Hetta hevur verið eitt tíðarskeið í bylgjum, har tað byrjaði illa við vánaligum úrslitum, síðani kom eitt gylt tíðarskeið við m.a. tveimum sigrum móti Grikkalandi og meti í stigum, áðrenn ein niðurtúrur kom, sum byrjaði í Nations League í 2018 og sum hevur hildið fram síðani.
Forsetin: Verður avgjørt skjótt
Forsetin í FSF, Christian Andreasen, sigur við Norðlýsið, at enn er eingin avgerð tikin um venjaraspurningin.
– Starvsnevndin fer at hava fund innan fáar vikur, og tá verður ein endaliga avgerð tikin um venjaraspurningin, sigur Christian Andreasen við Norðlýsið.
Fáa nýggjan venjara
Hóast FSF ikki hevur boðað alment frá nøkrum enn og ein starvsnevndarfundur ikki hevur verið enn, har endaliga avgerðin verður tikin, so bendur alt á, at Føroyar fáa ein nýggjan landsliðsvenjara. Tað ljóðar í ymsum krókum, og tað, at Lars Olsen ikki hevur gjørt nýggjan sáttmála, nú bara nakrir fáir mánaðir eru eftir av tíðarskeiðnum, bendur eisini á tað sama.
Heimir Guðjónsson er nevndur
Eitt navn sum er sett í samband við starvið sum A-landsliðsvenjari er íslendski Heimir Guðjónsson, sum í 2018 og 2019 hevur vant HB. Í íslendskum miðlum er hann settur í sambandi við starvið, og hóast HB hevur roynt at longt sáttmálan, so hevur tað ikki eydnast enn. At HB vann løgmanssteypið 2019 kann møguliga broyta hetta.



