Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Føroyar hava elsta landsliðið í Evropa

Jákup Ósá

Hagtølini fyri hesa Nations League kappingina vísa, at Føroyar hava elsta liðið í Nations League.

 

Tá vit tala elstu uppstillingarnar, so eiga Føroyar tvær av teimum fýra elstu higartil.

Elstu uppstillingar í Nations League 2022/23

31,5 ár: Belgia-Holland 1-4

30,6 ár: Føroyar – Luksemborg 0-1

30,6 ár: Skotland-Armenia 2-0

30,4 ár: Turkaland – Føroyar 4-0

30,4 ár: Belgia-Pólland 6-1

 

Og taka vit hóparnar samlað, so er bara Andorra, sum hevur ein hægri miðalaldur.

Elstu hópar:

29,4 ár: Andorra (23 leikarar)

28,6 ár: Føroyar (25 leikarar)

28,4 ár: Belgia (24 leikarar)

28,4 ár: Armenia (28 leikarar)

27,9 ár: San Marino (25 leikarar)

 

Á báðum listum liggja Føroyar sostatt í topp 2 og tí kunnu vit siga, at Føroyar hava elsta landsliðið í Evropa í Nations League. 

Fyrr í kvøld skrivaðu vit um, at Føroyar sum einasta (við fyrivarni, at 15 av 55 londum eru kannað) lið í Evropa ongan U21-leikara hevur havt í hópinum í Nations League.