Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Føroyar í favorittleiklutinum

Jákup Ósá

Á pappírinum byrja Føroyar við kanska ”lættasta” dystinum í bólkaspælinum í Nations League.

Føroysk lið standa seg vanliga væl móti liðum frá Malta, so hagtølini eru eisini við.

 

 

Norðoyingar minnast væl dystirnar í summar, tá KÍ á fyrsta sinni vann seg víðari í Europa. Mótstøðuliðið var Birkirkara frá Malta. Júst Birkirkara hevur B36 eisini sligið út fyri nøkrum árum síðani. Og á landsliðsstøði hava Føroyar vunnið báðar dystirnar, sum hava talt í stigum. Tó hevur B36 samanlagt tapt móti Valletta frá Malta, men tá vann B36 heimadystin. Sostatt hevur einki felag ella A-landslið frá Malta nakrantíð vunnið móti liðum ella A-landsliðnum hjá Føroyum í dystum í Føroyum, sum hava talt(sum ikki eru venjingardystir).

 

Veddingarfyritøkurnar hava eisini Føroyar sum rímiliga greiðan favoritt. Ein føroyskur sigur gevur pengarnar aftur 1,80 ferðir, meðan ein sigur til Malta gevur pengarnar 5,75 ferðir aftur.

 

Dystirnir hava tó sum oftast verið spennandi og lagt er upp til ein spennandi dyst á einum fullsettum Tórsvølli fríggjakvøldið kl. 19.45. 

Harleywoodpaint