”Føroyar í politiskari undantaksstøðu.” Tað var yvirskriftin á eini drúgvari grein hjá Kristinu Háfoss, sum stóð her í Norðlýsinum tann 09.09.2013. Greinin snúði seg um málið um Skálafjarðartunnilin.
”Føroyar í politiskari undantaksstøðu.” Tað var yvirskriftin á eini drúgvari grein hjá Kristinu Háfoss, sum stóð her í Norðlýsinum tann 09.09.2013. Greinin snúði seg um málið um Skálafjarðartunnilin.
”Føroyar eru í undantaksstøðu – politiskari undantaksstøðu. Tí einaferð enn hevur landsstýrið roynt at trýsta eitt stórmál ígjøgnum Løgtingið, uttan at lurta eftir egnari ráðgeving, fakkunnleika, eini røð av arbeiðsgevarum, fakfeløgum og fólkinum. Hetta verður samstundis gjørt við at afturhalda týðandi upplýsingum, uttan at taka breið samfelagsatlit og uttan alneyðuga gjøgnumskygnið,” skrivaði Kristina Háfoss og gjørdi greitt, at hetta kundi undir ongum umstøðum góðtakast.
Hon vísti eisini á stýrisskipanarlógina, sum millum annað sigur at løgmaður ella landsstýrismaður verður revsaður, um hann tilætlað ella av grovum ósketni gevur løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar, ella um hann, tá løgtingið viðger eitt mál, tigur við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum.
”Hóast hetta, so hevur løgmaður valt at stuðla landsstýrismanninum í Innlendismálum í, at hann “tigur við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum.”,” segði Kristina Háfoss.
Mælti til nýggja leiðslu
”Tað er alneyðugt at vit sum skjótast fáa Føroyar úr hesi politisku undantaksstøðuni, ið er so sera skaðilig fyri okkara land og fólk,” skrivaði Kristina Háfoss. Hon mælti til at ein nýggj samgonga varð skipað, ”ið megnar at endurreisa álitið á politisku skipanina – og vil fremja týðandi og savnandi mál til frama fyri alt fólkið í Føroyum,” skrivaði hon.
Málið fekk avleiðingar
Málið sum Kristina Háfoss viðgjørdi fekk avleiðingar bæði fyri løgmann og landsstýrismannin í Innlendismálum. Teir noyddust báðir at stinga í sekkin, og Føroyar fingu eitt nýtt stýri. Sjálv gjørdist Kristina Háfoss landsstýriskvinna við fíggjarmálum.
Men nú er tað hon, sum heldur upplýsingum aftur fyri tinginum, og ikki ljóðaði tað pent, tá Kringvarpið í gjár royndi at tráspyrja hana, hví hon hevði afturhildið eitt skjal, sum hon átti at víst fíggjarnevndini hjá løgtinginum áðrenn nevndin skrivaði álit.
”Eg havi kunnað fíggjarnevndina um, at vit eru í samskifti við donsku stjórnina,” var afturvendandi svarið sum hon brúkti fyri at fjala útyvir, at hon hevði afturhildið upplýsingar.
Tað eydnaðist at koma úr støðuni, sum Kristina Háfoss í 2013 kallaði ”eina undantaksstøðu”, og tað eydnaðist at fáa nýtt stýri til. Sjálv setti Kristina Háfoss seg ovarlaga í landsstýrinum. – Men vit kunnu framvegis spyrja: Hvussu gongur við at ”endurreisa álitið á politisku skipanina”?




