Samfelagið Føroyar hevur onga kós, og so leingi støðan stendur við og versnar, resignerar fólkið í oyggjunum, og útlitini fyri fólkavøkstri, framgongd og eini mennandi framtíð kámast burtur.
Annaðhvørt velja vit at gerast framsøkið land í heiminum, ella velja vit at vera konservativur dunnuhylur. Politikararnir uppføra seg í løtuni sum umboð fyri ein dunnuhyl, skrivaði Uni Arge 18. september í Dimmalætting. Hetta er grein hansara:
So sita vit í somu støðu sum so mangan áður. Bíða eftir politisku skipanini, meðan hon er til endaleysar samráðingar. Journalistarnir halda mikrofonini, politiskir formenn siga sínar sjálvfylgiligheitir, og onki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt. Løgið, sum søgan endurtekur seg. Men spurningurin er, um tað kann vera øðrvísi í einum oyggjabólki við politikarum, sum mest eru til fyri sína egnu skyld heldur enn fólksins framtíð.
Í Føroyum skuldu seriøsir politikarar annars havt ovmikið at trivið í. Fólkatalið í oyggjunum stendur í stað. Hóast væl fleiri verða fødd í Føroyum árliga, enn tað doyggja, veksur fólkatalið ikki, tí fólk í stríðum streymum flyta burtur. Hendurnar og heilarnir, ið skuldu skapt búskaparliga framgongd í landinum, hava pakkað kuffertið og sagt farvæl.
Kvinnurnar rýma
Í fleiri ár hava serfrøðingar víst á, at stórt undirskot er av kvinnum í Føroyum. Samanborið við talið á monnum vanta umleið 2.000 kvinnur. Hetta talið er ovurstórt, hava vit í huga, at í Føroyum búgva einans 48.500 fólk. Heldur hendan gongdin fram, kann hon enda við eini demografiskari vanlukku. Samfelagið missir evnini at endurskapa seg sjálvt, trivnaðurin hvørvur, og fráflytingin tekur uppaftur meira dik á seg.
Henda gongd er onki sereyðkenni fyri Føroyar. Hon sæst í øllum siðbundnum fiskivinnusamfeløgum kring Norðuratlantshavið. Professarin í landafrøði, Rasmus Ole Rasmussen, segði á veðurlagsráðstevnuni í Norðurlandahúsinum í apríl í ár, at fyrr var nógv arbeiði til kvinnur í fiskivinnuni, men orsakað av automatiseringini fækka hesi arbeiðini í stórum, og kvinnurnar flyta tí til stór býarsamfeløg at útbúgva seg. Og koma ikki aftur.
Í Føroyum flýggja tær tíverri ikki so stutt sum til Havnar. Tær rýma av landinum, serliga til Danmarkar. Her fáa tær sær útbúgving, finna maka og seta búgv. Í kanningini, sum lesandi havt gjørt fyri Norðuratlantsbólkin, svara 77 prosent av teimum rýmdu, at føroyska samfelagið er ov konservativt, og 74 prosent siga, at fakligar avbjóðingar vanta í Føroyum. Samstundis siga 71 prosent, at ferðasambandið til Føroya er gott, so tað er ikki hetta, sum forðar fólki í at koma aftur.
Tann størsta avbjóðingin hjá politikarunum í dag er at steðga flýggjanini úr Føroyum. Men tað gerst ikki við innantómum klandri. Tað gerst heldur ikki við konservativari hugsan um, at onki skal henda, tráan eftir at røkja seráhugamál ella at sæta sær og sínum veljarum. Tað gerst bara við vilja til nýhugsan og einum brennandi hugi til at skapa umstøður, ið geva fólki trúnna á, at her á landi ber til at skapa sær eina innihaldsríka framtíð.
Mótvilji ímóti vitan
Ein tann størsta forðingin fyri, at henda avbjóðing kann verða tikin í álvara, er, at í nógvum politikarum býr ein mótvilji ímóti at ásanna átrokandi veruleikar. Ein innbygdur mótvilji tykist eisini at vera ímóti, at gamlir bygnaðir, t.d. í fiskivinnuni, mugu falla, so annað kann spretta. Eitt nú bindur fiskivinnan túsundtals fólk til eina framleiðslu, sum gevur hall, hóast fiskimenn fáa 14 prosent í skattalætta. Hvussu nógva meining gevur tað?
Ein onnur forðing fyri, at Føroyar kunnu lyfta seg úr kyksendinum, er, at mótstøða ofta tykist at vera ímóti vitan og upplýsing. Átrúnaður hevur fastatøkur á mongum fólkum í landinum, og tað er sjálvandi ein privat sak, sum ongin skal blanda seg uppí. Men við absoluttum og endaligum meiningum um lív, samfelag og himmal tykjast mong at hava trupult við at góðtaka nýggja vitan og broytingar. Úrslitið er mental stagnatión.
Øll, sum hava búð her leingi, vita eisini, at Føroyar í mangar mátar eru eitt happingarsamfelag. Hvussu nógv hava ikki útbúgvið seg uttanlands, eru komin heimaftur við sínum góðu hugskotum og hava so fingið at vita, at teirra akademiska tvætl kann ikki brúkast í Føroyum, tí tann, sum ikki hevur pissað í saltan sjógv, er ein ónytta? Man konsensus ikki vera um tílíka útsøgn mangastaðni í Føroyum? Hvussu mong flýddu undan tílíkum primitiviteti?
Happing hevur eisini ein avgerandi leiklut í politikkinum. Sera sjáldan er nakað høpi í nøkrum politiskum kjaki, tí kjakini byggja ikki á vitan. Tey byggja á polemikk, retorikk og taktikk. Og fjølmiðlarnir gera sjáldan fløkjurnar greiðari, tí teir endurgeva bara møsnið ella spæla við. Eitt av mest brúktu vápnum í politisku happingini er karaktermorðið, og ta seinastu royndina at fremja eitt tílíkt álop sóu vit so í sambandi við ta nú kendu Watergate-forsíðuna.
Mótviljin ímóti vitan, nýhugsan og broytingum er køvandi fyri eitt land, sum vil menna seg, tí hann tekur hugin frá fólki. Fólk kasta bara frá sær og rýma, annaðhvørt av landinum ella inn í seg sjálv. Rasmus Ole Rasmussen segði á veðurlagsráðstevnuni í apríl, at av tí, at kvinnurnar eru tær, sum duga best at umstilla seg til nýggjar tíðir, kann enda so galið í siðbundnum fiskivinnusamfeløgum, at bara gomul fólk og gamlir dreingir sita eftir.
Misálit á politikarar
So galið verður vónandi ikki í Føroyum. Men ávaringarlampurnar blunka fyri eygunum á teimum, sum vilja lata tey upp, og negativa gongdin í fólkatalinum er tíverri ikki einasta kreppan, sum Føroyar stríðast við. Stórur partur av fólkinum stríðist eisini við eina misálitiskreppu. Vit trúgva rætt og slætt ikki uppá, at politikararnir í Føroyum eru førir fyri at stýra Føroyum á forsvarligan hátt. Tí siga fleiri, at har evnini hjá føroyskum politikarum ikki røkka, er gott at hava danskar politikarar í bakhondini.
Skyldina av hesum misálitinum hava føroyskir politikarar sjálvir, tí føroyskur politikkur er fyri ein stóran part ein høpisleysur glantrileikur. Fyri mær virkar tað sum, at flestu politikararnir eru til fyri sína egnu skyld og ikki fyri landið. Teir trívast best í slagsmálum. Teir elska spælið og spinnið í politikki. Og teir elska mest av øllum sjónvarpslinsur og mikrofonir, tí við teimum fáa teir staðfest sín egna týdning. Persónligt erpni og forfeingiligheit drívur teirra verk.
Seinasta brakið í Tinganesi, har stríð um eina skrivstovu verður brúkt sum grund fyri einum heilum samgongusliti, skapar onga vón um, at nakar bati er í nánd. Vantandi disiplinin innanhýsis í flokkum, har ongin vil ganga í takt longur, skapar heldur onga vón um bata. Menn uppføra seg sum børn og oyðileggja álitið hjá fólkinum á løgting og landsstýri og oyðileggja eisini álitið hjá umheiminum á Føroyar.
Men soleiðis er natúran í dunnuhylsmentanini. Vit mala um beinini hvør á øðrum, happa hvønn annan við persónligum og politiskum brigsli og síggja ikki, at dunnuhylurin stendur so yndisliga saman um at halda dunnuhylinum niðri. Her krevst av álvara kós, víðskygni og format í landsins leiðslu. Í løtuni finnast tey ikki har.




