Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyar-Luksemborg: Mugu vinna í kvøld

Jákup Ósá

Fyrsti HM undankappingardysturin hjá kvinnulandsliðnum hjá Føroyum verður á Tórsvølli í kvøld. Kravið er ein sigur, um vónin fyri at sleppa í bólkaspælið skal liva.

Dysturin er móti Luksemborg, sum er tann minsta fótbóltstjóðin av mótstøðuliðunum, har Montenegro og Turkaland eru hini liðini. Tí hevur tað stóran týdning at fáa fulla úrtøku í fyrsta dystinum. Dysturin verður á Tórsvølli kl. 19.30 og tað er ókeypis atgongd. Norðlýsið hevur seinni í kvøld myndafrásøgn frá Tórsvølli. 
Harleyfacadeacryl