Føroyar gera ov lítið við íverksetan í útbúgvingarskipanini og missa harvið vøkstur og arbeiðspláss, staðfestir spildurnýggj norðurlendsk kanning.
Íverksetan skapar arbeiðspláss og vøkstur í nógvum norðurlendskum býum. Ein framgongd, sum vit í Føroyum missa, tí vit duga ov illa at samskipa útbúgvingina av íverksetarum.
Tað vísir ein nýggj greining, sum Norðurlendska Ráðharraráðið og Fonden for Entreprenørskab hava gjørt av sjey norðurlendskum oyggjum og oyggjabólkum, harímillum Føroyum. Frágreiðingin kallast Nordic Entrepreneurship Islands.
Føroyar skuldu annars havt gott grundarlag fyri vøkstri og nýskapan, tí vit eru sum heild vælútbúgvið fólk. Men vit heysta ikki rættiliga fruktirnar av hesum, tí so nógv ung flyta ikki heim aftur eftir loknan lestur, m.a. tí ov fáir starvsmøguleikar eru her á landi.
Við at satsa miðvíst upp á útbúgving og frálæru í íverksetan kunnu Føroyar venda gongdini og skapa enn størri vøkstur. Í dag er eitt sindur av frálæru í íverksetan, men enn manglar ein miðvís ætlan frá føroysku myndugleikunum, sum tryggjar samanhang og framgongd heilt frá grundskúla til universitet.
Norðurlendska frágreiðingin hevur fleiri tilmæli til Føroyar. Millum annað hesi:
– Set meira pengar og orku av til frálæru í íverksetan
– Skipa íverksetan í útbúgvingunum við einum nationalum aktøri á odda
– Gev lærarum eftirútbúgving innan íverksetan
– Stovna gávufæ (legat) at geva ungum íverksetarum
Norðurlendska kanningin um íverksetan fevnir um Føroyar, Grønland, Ísland, Bornholm, Gotland, Andøy og Pargas. Hesar seinastu eru oyggjar í ávikavist Noregi og Finlandi.
Øll kanningin kann lesast á portalinum hjá Norðurlendska Ráðharraráðnumhttp://norden.diva-portal.org/smash/record.jsf?pid=diva2:1075611




