Nógvir leikarar spæla sín seinasta landsdyst fyri U21 landsliðið á Svangaskarði í dag.
Dysturin á Svangaskarði í kvøld er tann seinasti í hesi EM undankappingini. Tað merkir, at allir leikarar, sum eru føddir í 1992 og 1993 gerast ov gamlir til komandi undankapping og spæla sostatt sín seinast landsdyst fyri U21 landsliðið í dag.
Uppstillingin er hendan (4-2-3-1):
Málverji: Teitur M. Gestsson (1992)
Høgri bakkur: Bárður Hansen (1992)
Miðverji: Hørður Askham (1994)
Miðverji: Bogi R. Petersen (1993)
Vinstri bakkur: Ári M. Jónsson (1994)
Sentralur miðvallari: Tróndur Jensen (1993)
Sentralur miðvallari: Brandur H. Olsen (1995)
Høgri vongur: Árni Frederiksberg (1992)
Sentral framrættaður miðvallari: Ari Ó. Ellingagaard (1993)
Vinstri vongur: Heðin Hansen (1993)
Álopsleikari: Gunnar Zachariassen (1992)
Hetta merkir leikararnir í uppstillingini uttan tríggir (Ári, Hørður og Brandur) spæla sín seinasta U21 landsdyst i kvøld. Tað sama er galdandi fyri teir flestu, sum sita á bonknum.
Dysturin á Svangaskarði í kvøld byrjar kl. 17.00