(Kosovo) Um Kosovo fer at vísa í verki á vøllinum, at óvanliga nógv stendur uppá spæl hjá Kosovo, vita vit ikki áðrenn dysturin er leiktur.
Men í Kosovo er stemningurin heilt uppi at koyra, nú Kosovo spælir sín fyrsta undankappingardyst nakrantíð í Kosovo.
Kosovo spældi síðstu HM undankapping sínar heimadystir í Albania, tí eingin leikvøllur í Kosovo livdi upp til UEFA krøvini. Tað er nú broytt, so Kosovo fær spælt á Fadil Vokrri leikvøllinum í høvuðsstaðnum Pristina.
Í Pristina merkist hetta eisini undan dystinum. Longu tveir tímar áðrenn dystin byrjaðu fólk at koma inn á leikvøllin og uttanfyri vóru bíðirøðirnar langar meir enn ein tíma áðrenn dystarbyrjan. Tað eru ikki vanligar umstøður, tá Føroyar vitja onnur mótstøðulið. Útselt bleiv eftir fáum tímum, tá atgongumerkini blivu seld og bæði tað og ein heitur stemningur ger, at hetta helst verður ein serlig uppliving hjá liðunum í kvøld. So fáa vit at síggja, um Kosovo fær sína stóra fótbóltsveitslu við einum sigri, sum eisini verður teirra fyrsti í undankapping nakrantíð, um so verður, ella um føroyingar spilla teimum spælið. Tað er í øllum førum eitt krav frá teimum, sum fylgja Kosovo, at dysturin í kvøld gevur trý stig. Føroyingar kunnu væl liva við javnleikinum móti favorittunum, meðan eitt tap helst ger, at Føroyar detta aftur á 3. pláss í bólkinum eftir tvey umfør.



