Skrásettur venjingardystur á Gibraltar er um at vera komin endaliga uppá pláss, váttar FSF aðalskrivarin.
Gongur tað sum FSF vil, so fer føroyska A-landsliðið at spæla skrásettan venjingardyst á Gibraltar um mánaðarskiftið februar/mars.
Virgar Hvidbro, aðalskrivari hjá FSF, sigur, at FSF arbeiðir við at fáa ein landsdyst í lag móti Gibraltar fyrst í komandi ári.
– Landsliðið er nærum á hvørjum ári á venjingarlegu í februar/mars. Í tí sambandi er ætlanin at royna at fáa ein ella tveir skrásettar landsdystir. Vit hava havt nógv samband við Gibraltar. Teir vóru og vitjaðu okkum í sambandi við, at teir søktu um limaskap í UEFA, og vit hava tosað um at leika venjingardystir móti teimum bæði í Føroyum og á Gibraltar. Tískil vænta vit at vit koma at leika ein landsdyst á Gibraltar umleið 1.mars 2013, sigur Virgar Hvidbro við nordlysid.fo.
Tað merkir, at hóast landsliðið ikki skal spæla undankappingardyst aftur fyrr enn um eitt knapt ár, so vera fleiri skrásettir venjingardystir á skránni áðrenn tað. Tveir dystir eru avtalaðir móti Malta, har tann fyrri er 19. november á Malta í ár, meðan tann seinni er í Føroyum komandi summar. Síðani kemur so hesin móti Gibraltar afturat, ið er um at vera komin uppá pláss.




