EM fyri landslið hevur seinastu vikuna verið í Gandia í Spania. 41 lond lutóku við teirra 4 bestu monnum, og 34 lond við teirra bestu kvinnum.
Byrja var við liðkappingini, har føroysku mennirnir høvdu trekt England – Malta – Ungarn og Eysturíki í sín bólk. Byrja var við einum tøttum dysti ímóti Malta, sum seinni skuldi vísa seg at verða avgerandi um Føroyar kom víðari úr bólkinum. Malta vann dystin 9-6, síðani taptu Føroyar 9-3 á ensku stór favorittunum, sum seinnu vunnið EM. Ímóti Ungarn vunnu Føroyar 9-5, fyri síðani at tapa 9-6 á Eysturríki. Av tí at Eysturríki vann á Ungarn, so gjørdist Føroyar Nr 3 í bólkinum, beint aftanfyri Malta.
Kvinnurnar høvdu trekt England – Norður Írland – Bulgaria og Malta í sín bólk. Aftana at hava tapt 9-0 á Englandi, sum seinni vann 9-1 í finaluni á Niðurlondum, so taptu okkara kvinnur 9-0 og 9-2 á ávíkavist Norður Írlandi og Bulgaria. Seinasta dystin vinnur Føroyar 9-6 á Malta.
Næsta dagin skuldu kvinnurnar spæla einmansleik, ímeðan mennirnir spældu tvímansleik. Nøgdsemi fyri fyrsta dagin var so sum so, tá baði kvinnur og menn føldu at tað búðu meir í okkum. Jan Erik og Allan leggja út og spæla ímóti einum parið úr Rumenia, Jan Erik og Allan koma á odda 1-0 við 14 pílum, aðrenn rumenanir koma á odda 2-1, har vit serliga í triða settinum brenna onkrar doublar. Vit javna síðani til 2-2, men koma aftur afturum 3-2, aðrenn teir byrja at missa doublar og so stendur 3-3, sjeynda og seinasta setti gjørdist ikki eins spennandi og hini, tá rumenanir fóru avstað beinanvegin og vunnu 4-3, sigast skal at her var talan um sterka mótstøðu, og komu rumenanir heilt fram til 1/4 finaluna.
Uni og Jan ímillum 16 tey bestu pørini í Europa
Fyrstu dysturin hjá Una og Jan var ímóti einum parið av Jersey. Her valdaði nakað av spenningin udan teirra dysti, spurningurin um trið besta parið í norðanlondum fór at gera nakað her í EM, og so spældu teir eisini ímóti eini oyggj, sum Føroyar vanliga kapast við í Oyggjaleikum. Men her var eingin slingur í valsinum, og vinna Uni og Jan sannførandi 4-0.
Næsti dysturin er ímóti tí besta skotska parinum. Vit sum fylgja dart vita, at skotar eru í millum fremstu darttjóðir. Uni og Jan koma á oda 1-0 aðrenn skotanir javna, síðani gekk javnt á í triða og fjórða setti, har okkara drógu longra stráði í baðum, aðrenn Jan og Uni endaðu dystin við 17 pílum, og vunnu 4-1. Bara tað at vinna so yvirlegið, á besta skotska parinum, var mett sum eitt stórt úrslit og vóru Jan og Uni nú ímillum tey bestu 32 pørini í Europa.
Í dystinum um at koma í fjóringsfinaluna, tapa Uni og Jan 4-2 á einum parið úr Kroatia. Alt í alt eitt góðkent úrslit, tá vit eisini her fingu nøkur stig á kontoina, og kundu vísa Europa at Føroyar er eitt land, og at her eru nógvir góðir dartspælarar.
Kvinnurnar spældu einmansleik
Jóna legði út við Robyn Byrne úr Írlandi, sum verður mett sum teirra besti spælari, Jóna ið bert er 16 ár tapur 4-0, men fær ein góðan lærdóm við sær, um hvussu tað skal gerast.
Annfríð møtur Nada Said úr Egyptalandi. Annfríð ið eisini er ein av okkara ungu talentum, og eisini bara 16 ár, spældi heilt upp ímóti tí egyptisku dámuni, men doublarnir vildu ikki, og tapti Annfríð 4-0
Birthe møtur Chloe O Brian úr Skotlandi, eitt heldur óheppi lutakast, tá skotska dáman, verður mett sum eitt av teimum stórstu talentunum í Europa. Men Birthe kempar hart, og serliga ímóti nógva varmanum í høllini, og ímóti tí skjóta spælinum, sum tann skotska spælur. Tó fylgir Birthe við til støðuna 2-2, og endar við at tapa 4-2
Beinta í Top 32 í Europa
Vónirnar til kvinnurnar undan EM vóru ikki so stórar, tí helst skuldu okkara ungu leikara fáa royndir, serliga tá Junior HM stendur fyri durðum komandi ár. Men var tað nakra, sum vit hopaðu uppá fór at levera so var tað Beinta, sum hevur verið einaráðandi í føroyskum kvinnudart seinastu árini.
Beinta fær eina heldur stuttliga byrjan, tá hon verður biðin at fara uppá scenuna og spæla í beinleiðis stroyming ímóti Tracy Ingrouille av Guernsey, her verður ongantíð spennandi, tá Beinta er klárt tann betri spælarin og vinnur 4-0
Næsti dysturin er ímóti Cvetelina Bojilova úr Bulgaria, her letur Beinta heldur ongan iva verða um, at hon er betur enn bulgarska mótstøðan, sjálvt um Beinta í dystnum stríðist meir, og hevur trubuleikar við at finna sítt spæl, so vinnur hon sikkurt 4-0
Nú er rómur í føroysku leguni, tí Beinta hevur tryggja Føroyum meir stig í samlaða roknskapinum, við at gerast í Top 32 í Europa. Næsta mótstøðan er spanska stjórnuskotið Almudena Fajardo, spanska kvinnan vinnur 4-0, og endar við at røkka einum 2 plássi í kvinnukappingini
Aftana dag 2 eru vit øll nøgd. Serliga við úrslitini hjá Una/Jan og tað hjá Beintu. Og fara øll tíðaliga til køjs, við vón um at vinna Føroym fleiri stig næsta dagin
Stórsti dagur í føroyskari dartsøgu
Hesin dagurin er umvent frá degið 2, nú tá kvinnurnar spæla tvímansleik og mennirnir einmansleik
Kvinnurnar
Hjá kvinnunum er lítið at skriva heim um hendan dagin. Baði pørini stríðast og tapa sínar dystir 4-0 ímóti pørum úr Letlandi og Finnlandi
Mennirnir
Jan Erik leggur út, og spælur ímóti besta spælaranum úr Eysturríki Hannes Schnier. Jan Erik finnur tíanverri ikki sítt heilt besta spæl fram, men er væl við, men endar tó at tapa 4-2
Allan skal eins og Beinta dagin fyri uppá á scenuna, og sjálvt um hann var róligur og helt seg til sína plan, við at geva sær góða tíð, so røkkur hann heldur ikki sínum top niveau og tapur 4-2 ímóti Grikkanum Dimitrios Leivaditis. Baði Jan Eri og Allan spæla við einum snitti ið er fyrst í 60’inum, og vóru baðir skuffaðir um sítt úrslit, tí baði tvey kundu verið betur
Uni fær eitt hart lutakast, har hann spælur ímóti skotanum Scott Campbell. Uni og Jan høvdu dagin fyri sligi sterka skotan út í tvímansleiki, so skotin var eyka tendraður uppá at fáa hevnd. Dysturin gerst heilt spennandi, tá Uni leggur seg á odda við 15 pílum í fyrsta settinum, skotin leggur seg so á odda 3-1 við 17 – 16 og 15 pílum, aðrenn Uni minkar við 18 pílum. Men Scott Campbell vinnur eisini sætta setti við 15 pílum, og vinnur 4-2 á Una, sum tó snittar yvir 82
Jan McIntosh er nakað fyri seg
Jan byrjar dagin ímóti Slovenanum Sergej Vodicar. Fyrsti dystur er altíð ringur at spæla, og hevur Jan byrjunar trubuleikar við doublunum í tveimum teim fyrstu settunum, har slovenin tekur annað, men so fer Jan í gongd og letur ongan iva verða um úrsliti, og vinnur 4-1
Næsti dystur er ímótu kroatiska Dean Pokos, her síggja vit Jan sum vit kenna hann, í teimum teimum fyrstu settunum 19 – 17 og 15 pílar, og 180 í øllum trimum, aðrenn Jan slappar eitt sindur ov nógv av, og kroatin tekur 2 sett, men í sætta setti var einki hokus pokus, Jan vinnur 4-2
Næsti dystur er ímóti stóra tyska talentinum Ole Holtkamp, Jan stríðist við at finna triplarnar í fyrsta settinum, sum tyskarin fer avstað við, men so kemur gongd á maskinuna, har Jan við 15 og 14 pílum leggur seg á odda 2-1. Tyskarin javnar til 2-2, men so kemur rutinan inn, ella kanska mangulin uppá tað sama, hjá unga tyskaranum, og Jan vinnur 4-2
Jan er nú ímillum teir bestu 32 í Europa, og skal spæla ímóti Tjekkiska Vitezslav Sedlák, sum undan dystinum hevði verið uppá rov í norðanlondum, við fyrst at banka ein norðmann og síðani ein danskara. Baðir fylgjast væl fyrsta setti, sum Jan tekur við 17 pílum,i ørðum setti javnar tjekkin við 18 pílum, aðrenn Jan við 13 pílum kemur á odda 2-1. Hetta knekkar ikki vælspælandi Tjekkan, sum javnar eisini við 13 pílum. Soleiðis fylgjast teir til støðuna 3-3. Jan vinnur bullin í avgerðandi settinum, sum vísur seg at verða avgerandi, tá eingin hevur “breaka” nakran í dystinum, og tá Jan við T10 D16 lukkar til 4-3 við 17 pílum, tykist rómurin ímillum føroyingarnar ongan enda at fáa. Jan er nú í Top 16 í Europa, og skal spæla ímóti favorittinum í kappingini
Jan Mcintosh vs Scott Williams úr Englandi kemur at vísa seg at gerast besti dystur í kappingini yvirhøvur. Jan leggur út í fyrsta setti, og vinnur við 15 pílum, næsta setti sker akkurát tað mótsatta, og vinnur Scott við 15 pílum. Triða setti vinnur Jan við útleggi við 17 pílum, so var 2-1. Fjórða setti vinnur Jan við 11 pílum 95 – 140 – 180 og T 18 D 16. Og við útleggi í fimta settinum við 140 – 85 – 140, so sær tað út til at kunna koyra heim, eingilsmaðurin roynir at kempa, men hann er komin upp ímóti yvirmaktini. Sjálvt um Scott Williams spælur við einum snitti á 95,13. So tapur hann ímóti Jan, sum tann fyrsti føroyingurin nakrantíð alment hevur snitta yvir 100, tá Jan vinnur við einum snitti á 103.9, sum eisini er besta snitt í allari kappingini.
Jan er nú ímillum 8 teir bestu spælarnir í Europa. Og er 1/4 finalan ímóti finska Teemu Harju. Her kemur Jan afturum 2-0 og 3-1, aðrenn hann berjir seg fram til 3-3, men finnin vísir seg á degnum at verða sterkari og vinnur dystin 5-3. Teemu Harju endar í finaluni, sum hann tapur ímóti franska Jacques Labre.
Vit hava skriva føroyska ítróttarsøgu í Gandia. Mennirnir enda Nr 16 av 41 londum, frammanfyri t.d Danmark – Tyskland – Italia og Spania
Kvinnurnar gerast Nr 25 av 34 londum, sum eisini má metast sum flott



