Føroyska liðið er sett. Líkindini á Svangaskarði eru av teimum bestu.
Tær 11, sum byrja dystin fyri Føroyar, eru hesar: Í málinum er Randi Wardum. Miðverjan er mannað við Malenu Josephsen og Liljan av Fløtum Petersen, meðan Sigrun Kristiansen og Oddrún Danielsen eru á bakkunum. Á miðvøllinum eru Fríðrun Danielsen, Ásla Johannesen, Iðunn Magnussen, Olga Kristina Hansen og Rannvá Andreasen, meðan Heidi Sevdal liggur heilt har frammi.
15 min.: Pólland hevur lagt seg á odda 1-0 eftir hornasparksstøðu. Tað er eisini Pólland, sum hevur havt alt spælið higartil. Føroyska liðið liggur langt afturi á vøllinum higartil.
35 min.: 2-0 til Pólland eftir brotsspark.
87 min.: Føroyska liðið hevur seinna hálvleik trýst hægri uppi á vøllinum. Og tað gav Póllandi betri pláss at spæla á, tá tær øktu til 3-0 eftir at tær spældu seg afturum føroysku verjuna.
Liðugt: Tað endaði við 3-0 sigri til Pólland. Hálvlieksstøðan var 2-0. Tað fyrsta málið kom eftir hornaspark, tað næsta eftir brotsspark og tað triðja eftir skjótálop. Í seinna hálvleiki stóð føroyska liðið seg munandi betri og vóru betri við í álopspartinum. Men sum heild var talan um ein uppibornan sigur til Pólland.




