Byrjanin til góðu gongdina í síðstu EM undankapping kom tá Føroyar møttu Ungarn á heimavølli seinast. Hendan dagin í oktober 2014 spældu Sølvi Vatnhamar og Brandur H. Olsen sínar fyrstu dystir frá byrjan og hesir hava síðani verið lyklaleikarar á landsliðnum. Hóast Føroyar taptu 1-0, so var lítil og eingin munur á liðunum. Málið kann síggjast niðanfyri.
Síðan tá hava bæði liðini ment seg, men føroyska liðið hevur sjáldan áður havt so nógvar leikarar, sum spæla á høgum støði uttanlands, sum júst nú. Tí eru vónirnar góðar fyri einum góðum úrsliti týskvøldið hjá teimum flestu á einum útseldum Tórsvølli.
Dysturin byrjar kl. 19.45.




