Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyar sum eitt valdømi eitt afturstig í heildini av demokratinum

Jógvan við Keldu

Av og á hava flokkar tikið málið upp seinnu árini um at broyta valskipanina aftur, men í hesum valstríðnum hevur verið so gott sum tøgn, hóast broytingin gjørdist eitt vónbrot.

Av og á hava flokkar tikið málið upp seinnu árini um at broyta valskipanina aftur, men í hesum valstríðnum hevur verið so gott sum tøgn, hóast broytingin gjørdist eitt vónbrot.


Tað var ikki tí, at tingfólk ikki vóru ávarað, bæði av politikarum og skilagóðum samfelagsfrøðingum um, hvat sera ivasama úrslitið fór at verða, tá uppskotið um at gera Føroyar til eitt valdømi – í skundi – men av teimum, sum løgdu tað fyri, “væl umhugsað”, kom undan kavi, var fyrilagt og samtykt við 19 atkvøðum fyri og 13 ímóti.

Ofta verður tosað um, at grundleggjandi mál fyri samfelagið, sum skulu binda Føroya løgting í langa tíð frameftir, skulu hava ein breiðan meiriluta. Hesin meiriluti var ikki størri enn, um tríggjar atkvøður høvdu skift síðu, fall tað.

Ídag nú sjey ár og trý val eftir, síggjast úrslitini sum hava skapt sera ógvusliga ørkymlan millum bæði tingfólk, politisk feløg og felagsskap úti um landið.


Kvinnur á ting

Hetta segðist at verða gjørt m.a. fyri at fáa fleiri kvinnur á ting. Fyri rættleikans skuld skal sigast, at við valið 2004 var slakur fjórðingur kvinnur, 2008 og 2011 vóru umleið triðingur kvinnur men nú í 2015 er aftur stívligur fjórðingur kvinnur á listunum. – Rætt er at seta sær spurningin, um ikki úrlitið hevði verið eins “gott” ella betri við sjey valdømum, men sum ein fyrrverandi løgmaður tók til: “Tað er hypotetiskur spurningur”. Hetta hevur í øllum førum ikki broytt støðuna nakað serligt. – Kann til stuttleika nevna, at t.d. í Klaksvíkar Býráði sita seks menn og fimm kvinnur uttan nakra broyting í skipanini.

Vit hoyra dagliga tingfólk kæra seg um, at tignin er lækkað týðiligt á tingi seinnu árini, floksfelagsarbeiðið rennur alt meiri út í sandin, fleiri av teimum sum atkvøddu fyri hesi so sera umfatandi broytingini siga ídag, at hetta var ein skeiv avgerð, tey tóku.

Í ongum landi – burtursæð frá tveimum, sum stigtakararnir høvdu leitað sær fram– er ein tílík skipan.

Av og á hava flokkar tikið málið upp seinnu árini um at broyta valskipanina aftur, men í hesum valstríðnum, hevur verið so gott sum tøgn, hóast broytingin gjørdist eitt vónbrot. Tað hevur helst sína orsøk!


Harmilig niðurstøða

Men tá alt er sagt samfelt, so er úrslitið harmiligt – milt sagt – og niðurstøðan oftast hoyrd frá ting- og leikfólki hendan:

1. Tignin á tingi er sjónliga fallin

2. Færri konufólk aftur á listunum

3. Størri persónsfiksering heldur enn heildin

4. Politiska floksfelagsarbeiði er fánað í økjunum

5. Politiski bardagin, skriving og røður eru sjónliga útvatnað

6. Sentraliseringin økt og økini úti um landið alment meiri tamd.


Alt í alt eru positiv frambrot torfør at fáa eyga á, hinvegin eru bæði mong og ávarslig lýtir við hesi broyting, samstundis sum demokratiið hevur fingið eitt skot fyri bógvin!



Harleyfacadeacryl