Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Føroyar-Turkaland á Tórsvølli sunnukvøldið

Jákup Ósá

Sunnukvøldið spæla Føroyar fyri seinastu ferð í hesum bólkinum í Nations League.

Oddaliðið Turkaland vitjar á Tórsvølli og her er Turkaland stórfavorittur at vinna. Men í síðstu HM-undankapping sóu vit, at stór lond høvdu tað torført á Tórsvølli, tí tað manglaði bara tað síðsta í fleiri dystum til at fáa stig.

KÍ verður helst væl umboðað á liðnum. Seinast byrjaðu Jákup B. Andreasen, Jóannes Bjartalíð og René S. Joensen, meðan Mads B. Mikkelsen kom inn. Jákup var málskjútti, meðan Jóannes var mest skapandi leikarin.

Dysturin á Tórsvølli byrjar kl. 19.45.