Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyar vann á Luksemburg

Danial Viðoy

Tíðindaskriv:

Hondbóltur U18-landskapping: Eftir tveir heldur misjavnar dystir móti Bulgaria og Turkalandi fingu føroysku U18-menninir uppreisn í dystinum móti Luksemburg í dag. Føroyska liðið vann 31-20, eftir 14-11 í hálvleikinum.

Við einari góðari 6-0 verju vóru lunnar lagdir undir sigurin. Liðið spældi við meira toli í dag og gav hettar úrslit móti ágandandi verjuni hjá Luksemburg. Liðið gjørdi væl færri villur og hevði hægri skoringsprosent í mun til undanfarnu dystirnar, somuleiðis hevði liðið fleiri góð skjótálop.

Brandur Halgirson var eyðsýndur í bæði verju og álopið, meðan Uni Petersen stóð væl í málinum. Føroyska liðið hevði bert ein málverja til dystin, tí Hørður Trygvason hevði ein skaða at dragast við.

Dagsins leikari hjá Føroyum var valdur, málverjin, Uni Petersen

Finnland vann seinna dystin í bólkinum í dag móti Bulgaria, úrslitið var 26-25. Við hesum er alt opið í bólkinum enn. Føroyar møta Finnlandi fríggjadagin, meðan øll liðini hava frí í morgin.

Málskjúttar:
Brandur Halgirson 8, Bartal Klein Olsen 5 (1), Jóni Guttesen Viderø 4, Høgni Paulason Zachariasen 4, Ólavur av Fløtum Mittún 3, Niklas Højgaard Hanusarson 3, Jónsvein Dulavík Joensen 3, Jóhan Petur Hentze 1

Málverji:
Uni Petersen 41%