Í dag, týsdagin 1. desember 2015, fer Løgtingið undir fyrstu viðgerð av løgtingsmáli um broytingar í toll- og vøruskránni. Ætlanin er nevniliga, at frá 1. januar komandi ár verða Føroyar partur av altjóða toll- og vøruskránni. Embætisfólk á TAKS hava fyrireikað málið í eina tíð, og arbeiðið er nú komið undir land.
Við altjóða toll- og vøruskránni verður allur føroyskur innflutningur og útflutningur skrásettur við somu vørunumrum, sum tey nýta í flestøllum londum, sum vit hava handilssamstarv við, eitt nú í ES og EFTA.
“Nýggja skráin fer at gera tað nógv lættari hjá føroyskum fyritøkum at samskifta við samstarvsfelagar sínar uttanlands, tí nú slepst undan øllum tí manuella arbeiði, sum hevur staðist av at ansa eftir, at samsvar er ímillum føroysk og útlendsk vørunummur,” sigur Annsy Høghamar, tollserfrøðingur á TAKS.
Altjóða toll- og vøruskráin letur eisini upp fyri møguleikanum at gera neyvari føroysk hagtøl framyvir. Hetta kemst av, at altjóða skráin er munandi nágreiniligari enn tann, sum vit hava nýtt higartil. Eitt nú inniheldur hon nummur yvir allar heimsins vørur, soleiðis at vit nú kunnu fáa eitt fullfíggjað yvirlit yvir allan føroyskan innflutning og útflutning.
Altjóða toll- og vøruskráin kemur sum sagt í gildi á nýggjárinum.




