Tríggir av okkara ungu Mjølnir leikarum og Christian (sum venjari) umboða Føroyar til U17 NEVZA kapping í hesum døgum. Teir hava akkurát vunnið 3-0 á Íslandi
U17-landsliðini hjá gentum og dreingjum í flogbólti luttaka í árligu NEVZA-kappingini, sum í ár verður hildin í Ikast í Danmark.
NEVZA eru tey londini undir Evropeiska flogbóltssambandinum, sum eru í norðanlondum umframt Ongland.



