Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Føroyar vunnu undankapping til Grand Prix

Dávur Winther

Rani Petersen úr Føroyum – Reiley skal til Liverpool við Breaking my Heart.

Hetta er eitt gamalt “Kaksvíksheiti”, sum á sinni bleiv sent til Luxenburg, men hesaferð skal Reiley, sum er listarnavnið hjá Rana Petersen, royna seg í Liverpool – heimstaðnum hjá Beatles til várs.

Reiley, sum í veruleikanum eitur Rani Petersen og er sonur Wilhelm og Joan Petersen í Havn, hevur serliga gjørt vart við seg á sosiala miðlinum TikTok.

Hann hevur næstan 11 milliónir fylgjarar, og videoir hjá honum eru sæddur upp ímóti 45 milliónir ferðir. So um hann kanska ikki er so kendur her heima, so er hann tað úti í heimi – og vann í kvøld Dansk Melodi Grand Prix við sanginum »Breaking my Heart«. 

Raski føroyingurin skal tí umboða Danmark á Eurovision í Bretlandi í mai.

Serliga dómararnir góvu Rana nógv flestu atkvøðurnar, tó kundi fjøldin verið raskari. Men Rani – Reiley vann!

Til lukku!

Harleyfacadeacryl