Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyingar fingu størri kvotu í Barentshavinum

John William Joensen

Hósdagin og fríggjadagin í síðstu viku tingaðust føroyingar og normenn um fiski-skap í sjógvinum hjá hvør øðrum og formaðurin í Reiðarafelagnum Jákup Sólstein er rímuliga væl nøgdur við úrslitið.

Tingingarnar um fiskakvorurnar vóru í Oslo. Tac-ið í Barentshavinum er farið upp og tí fingu føroyingar størri kvotu enn vit høvdu frammanundan. Toskakvotan fór úr 1.700 tonsum og upp í 2.175 tons, hýsukvotan úr 400 tonsum upp í 770 tons, ímeðan upsakvotan fór úr 400 tonsum upp í 630 tons.
Harafturat fingu føroyingar loyvi at flyta 3.000 tons av avtaluni við russar um kvotu í teirra parti av Barentshavinum, í norskan sjógv. Í fjørð fingu føroyingar loyvi at flyta 2.600 tons ímillum av hesi kvotuni, so her kunnu vit eisini hæðkað fiskiskapin við 400 tonsum, sum tó sjálvsagt fer av aftur tí vit hava loyvi at fiska í russiskum sjógvi.
Harafturímóti fingu vit onga lodnu í norska partinum av Barentshavinum, her vit høvdu loyvi at fiska 4000 tons í 2003. Orsøkin til hetta er, at veiðibann er sett fyri at fiska lodnu í Barentshavinum yvirhøvur, soleiðis at heldur ikki normenn kunnu troyta hesa veiðu.
Normenn fingu eisini frá okkum, botnfiskakvotan hjá teimum undir føroyum hækkaði við 250 tonsum ímeðan makrelkvotan minkaði við 400 tonsum.
Jákup Sólstein, formaður í reiðarafelagnum sigur annars at samráðingarnar gingu sera væl hesaferð og at hann er rímuliga væl nøgdur við úrslitið.

Harleywoodpaint