Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyingar og normenn samdir um fiskiveiðuavtaluna

Oliver Joensen

Bjørn Kalsø, fiskimálaráðharri er sera væl nøgdur við avtaluna við normenn.

Fiskiveiðiavtala millum Føroyar og Noreg fyri 2008
Føroyar og Noreg hava eftir tingingar í tveir dagar skrivað undir nýggja fiskiveiðiavtalu fyri 2008. Avtalan byggir á avtaluna fyri 2007 tó við nøkrum broytingum, sum eru grundaðar á, hvussu einstakir fiskastovnar eru fyri, og áður tiknar avgerðir millum strandarlond um heildarkvotur av svartkjafti og makreli í 2008.
Grundað á niðurskurð í heildarkvotunum av svatkjafti og makreli, umframt norðsjóvarsild, verða kvoturnar av hesum fiskasløgum minni komandi ár.
Botnfiskakvoturnar hjá føroyskum skipum í Barentshavinum hækka við um 700 tonsum og tær norsku við um 200 tonsum í føroyskum sjógvi.
Samanlagt kunnu føroysk skip – íroknað tann partin av kvotunum frá Russlandi, sum eru fluttar í norskan sjógv – fiska 7.800 tons av botnfiski í norska partinum av Barentshavinum. Harafturat er føroyski parturin av toskakvotuni við Svalbard 845 tons og onnur botnfiskasløg har 205 tons.
Norska botnfiskakvotan í føroyskum sjógvi verður 5.368 tons. Av hesum er helmingurin longa og blálonga undir einum.
Kvoturnar av svartkjafti og makreli í sínámillum avtaluni millum Føroyar og Noreg eru munandi broyttar seinastu árini, eftir at serligu avtalurnar um atgongd at fiska makrel og svartkjaft hjá hvørjum øðrum vórðu gjørdar í 2006. Hesar avtalur standa við fyri 2008.
Føroysk skip kunnu í 2008 fiska um 13.680 tons av makreli í norskum sjógvi og norsk skip 7.340 tons í føroyskum sjógvi. Hinvegin kunnu norsk skip fiska 46.000 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi og føroysk skip 23.000 tons í norskum sjógvi.
Harumframt lata partarnir hvørjum øðrum nakað av makrel- og svartkjaftakvotum. Hesar eru fyri 2008 broyttar í samsvari við broytingarnar í strandarlandakvotunum. Norska kvotan av svartkjafti í føroyskum sjógvi í 2008 verður 15.060 tons.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður er væl nøgdur við avtaluna við Noreg. “Samanumtikið haldi eg, at hetta er ein góð avtala, sum báðir partar kunnu vera nøgdir við. Í samráðingum sum hesum mugu vit taka hædd fyri broytingum í heildarkvotum av uppsjóvarfiski og tillaga avtalurnar eftir nýggju fortreytunum. Tað hava vit gjørt á hesum sinni, samstundis sum vit hava fingið væl afturat av botnfiski í Barentshavinum”, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður um nýggju fiskiveiðiavtaluna millum Føroyar og Noreg.
Fiskimálaráðið 12. desember 2007