Saman við frisørum úr fleiri øðrum londum eru føroysku Jóna Eydnugarð og Joan Baldvinsson við til at seta hármótan. Eitt nú luttóku tær á altjóða frisørskeiði í Barcelona, har tær vóru á palli og undirvístu fleiri enn 100 øðrum frisørum í hársetan og hársniði.
Saman við frisørum úr fleiri øðrum londum eru føroysku Jóna Eydnugarð og Joan Baldvinsson við til at seta hármótan. Eitt nú luttóku tær á altjóða frisørskeiði í Barcelona, har tær vóru á palli og undirvístu fleiri enn 100 øðrum frisørum í hársetan og hársniði.
Jóna og Joan reka og eiga saman frisørstovuna Evoke í Klaksvík, og hava tær nú rættuliga fingið fótin fyri seg í altjóða samstarvi, og eru við til at seta nýggjasta hármótan út í kortið. Frisørarnir úr Klaksvík evna og skapa nýggj hársnið saman við dugnaligum frisørum úr tíggju ymsum londum.
Tað var í 2012, at tær á fyrsta sinni vóru bodnar við at luttaka og eru tær báðar sera fegnar um hetta, tí tær merkja hvussu tað motiverar og stimbrar kreativu evni teirra.
Jóna og Joan eru einastu úr Føroyum, eru nú vornar ein partur av altjóða liðinum nevnt The International Artistic Team hjá heimskenda Hair Construction. Tær hava við jøvnum millumbilum undirvíst á skeiðum hjá Hair Construction og eru nú komnar so væl ávegis, at tær hava nomið sær útbúgving sum skeiðsinstruktørar.
Tað er danin Palle Freese, ið er stjóri og eigur konseptið, sum í mong ár hevur staðið á odda fyri hármótanum í londum í evropa og USA.
Altjóða liðið hjá Hair Construction stendur fyri at gera vetrar og summar kollektiónir, sum geva íblástur til hármóta kring allan heimin. Ymsu hársniðini verða givin út í snotiligu bókum tvær ferðir árliga, og Evoke hevur enntá átt forsíðumodellina einaferð.
Tað, sum er so serligt við hesum skeiðunum er, sambært teimum báðum Joan Baldvinsson og Jónu Eydnugarð, at frisørurin fær best dokumenteraða tilfar sum er á marknaðinum í løtuni, sum frisørurin so kann nýta til at skapa eitt ávíst hársnið.
“Um ein kundi er sera vælnøgdur við sítt nýggja hársnið, og kemur inn aftur um nakrar vikur ella mánaðir seinni og biður um tað sama hársniðið aftur, kann tað vera trupult hjá frisørinum at minnast til, hvussu hon gjørdi seinast. Á skeiðunum verður hvørt hárstrok og klipp skrásett og dokumenterað, so at frisørurin veit akkurát, hvussu hon/hann skal gera, tá ein kundi biður um sama hársnið aftur, greiðir Joan Baldvinsson frá og samanber hetta við eina bindi- ella matuppskrift. “Ja, man kann faktiskt siga, at hetta eru uppskriftir til frisørar”, sigur Joan og leggur afturat, at bøkurnar við kollektiónunum eisini eru vælegnaðar sum undirvísingartilfar og kundi verið partur av pensum á frisørútbúgvingini í Føroyum. Bøkurnar verða nýttar til undirvísingartilfar øðrum londum eitt nú Danmark, og vera seldar í meira enn 30 ymsum londum kring heimin.
Salong Evoke fer í næstum at skipa fyri skeiðum fyri frisørum í Føroyum, og gleða Jóna og Joan seg at vísa føroyskum frisørum, hvat boð Hair Construction hevur uppá komandi hármótan.
***
Video frá seinasta seminar hjá Hair Constrution, ið var hildið í januar í Kolding -Danmark:




