Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyingar seta stevnu í Esbjerg til Hvítusunnu

(Hannefía Joensen)

Føroysk Hvítusunnumøtir 9 – 11. mai 2008 í missiónshúsinum Bethania Kirkegade 25 í Esbjerg

Skrá fyri møtini á Hvítusunnu í Esbjerg

Fríggjakvøldið 9. mai kl. 19.30 Sangløta / "Mini konsert" – kaffi o.a.

Leygardagin 10. mai

Kl.10.00. Kaffi og rundstykkir (*tilmelding neyðug)
Kl.10.40. Bíbliutími
v/Thomas Dam
Evni: "Hvítusunnan í Heilagum Anda"
Kl.12.00. Frokost.
Møguliga verður onkur góður viðskera úr Føroyum!!! (*Tilmelding neyðug)
Kl.14.30. Kaffi o.a.
Kl.15.15. Evni: "Kom, hoyr og tú skalt síggja!" v/Hera o.f.
Kl.18.00. "Nátturði" (*tilmelding neyðug)
Kl.19.30. Møti.
Jóh 3,16. Vandin vit menniskju eru í, og bjargingin. v/Thomas Dam
Sangur við "teimum fýra" – vitnisburður – kaffi o.a.

Sunnudagin 11.mai
Guðstænasta Hvítusunnumorgun – vit vísa til:
Højmesse í Zions Kirken kl.10.00 v. Niels Jørgen Kobbersmed. – Kirkekaffe
Kl.16.00 Møti.
Jóh 3,16. Hvussu fáa lut í hesum, og endamálið, – Ævigt lív
v/Thomas Dam – trio syngur – kaffi o.a. (restir!!)

*Tilmelding: Til máltíðirnar leygardagin er neyðugt við tilmelding til:
Heri.elttor@indremission.dk ella á tlf. 2751 3786

Seinasta ár royndu vit við Hvítusunnumøtum í Hirtshals og vóru fólk sera væl nøgd, tí bjóða vit aftur í ár til møtirøð á hvítusunnu, men í ár seta vit stevnu í Esbjerg.
Stað: Missiónshúsið Bethania – Kirkegade 25, Esbjerg

Brúka frídagarnar á Hvítusunnu væl. Kom til Esbjerg á møtirøð, tú fart høvið at hitta føroyingar, hoyra Guds orð boða á móðurmálinum, møguliga ein góðan føroyskan bita, vitja kenningar á Esbjergar leiðini.

Innivist. Best er um tit sjálvi syrgja fyri innivist. Um tú ikki hevur møguleika fyri tí, er møguleiki fyri at sova á madrassum í missiónshúsinum, við at hava dýnu/soviposa við.
Vend tær til Hera Elttør um tú ynskir at gera nítslu av hesum møguleika.

Ókeypis. At luttaka á møtirøðini er ókeypis. Tó verður høvi at geva eina góða gávu til arbeiðið, sum fer til at gjalda ferðaútreislur, mæt v.m.

Takk um tú vilt vera við at rætta hesa innbjóðing víðara so, so mong sum gjørligt fáa møguleikan at koma til Hvítusunnustevnu 2008 í Esbjerg

Høvuðstalari á møtunum í ár verður Thomas Dam, formaður í Heimamissiónini.

Hevur tú spurningar hesum viðv. set teg í samband við trúðboðaran Hera Elttør tlf. 97473786 – 27513786 – Skype
heri.elttor@indremission.dk

www.utisetin.dk

Harleyfacadeacryl