Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyingar velja dýrastu loysnina

Helgi Abrahamsen

“Vit í Føroyum innskriva okkara eldru á dýr “langtíðarhotell”, men vit hava brúk fyri at finna aðrar loysnir, ið ikki kosta so nógv.” Tað segði stjórin á Almannaverkinum, Edvard Heen, á evnisdegi, sum Búskaparráðið skipaði fyri í Gamla Seglhúsi í Klaksvík í dag.

“Vit mugu finna eitt millumting ímillum at vera 100 prosent heima og at vera 100 prosent á røktarheimi,” segði Edvard Heen.

Okkum manglar eldrabústaðir

Stjórin á Almannaverkinum vísti á, at eldraøkið verður í høvuðsheitum býtt ímillum ellisheim, sambýli og heimatænastu, men í roynd og veru eru sambýlini so við og við vorðin smá røktarheim, og tey eru eisini vorðin tilsvarandi dýrari at reka.

“Vit hava brúk fyri øðrum loysnum,” segði hann og vísti á eldrabústaðir sum ein góðan alternativan møguleika.

Ein kommuna og 7 samstørv

Almannaverkið arbeiðir framvegis við, saman við kommununum, at skipa útlagda eldraøkið.

“Áðrenn økið varð lagt út til kommunurnar, lá ein stórur partur av røktarheimunum í Tórshavnar kommunu ella hjá sjálvsognarstovnum. Vit á Almannaverkinum fingu játtaðar pengar til hetta økið, men vit stýrdu ikki pengunum,” segði Edvard Heen.

Við umskipanini vóru tveir møguleikar. Annar var at leggja alt til landið (undir Almannaverkið) og hin var at leggja tað til kommunurnar. Politikararnir valdu at leggja tað til kommunurnar.

“Men í veruleikanum varð økið ikki lagt út til kommunurnar at umsita, men tað varð heldur lagt til EINA kommunu og 7 samstørv,” segði hann.

Bilførarar á røktarheimi

Á temadegnum hjá Búskaparráðnum í Gamla Seglhúsi luttóku fleiri borgarstjórar og onnur umboð fyri kommunurnar, og Edvari Heen fekk undirtøku fyri sínum sjónarmiðum um, at vit hava nóg mikið av røktarplássum í Føroyum, men mangla “millumloysnir”.

– Ella sum ein av luttakarunum segði: “Tað kann ikki vera meiningin, at fólk búgva á røktarheimi, men koyra framvegis bil.”