Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyingur gjørdi bart í professionellum nevaleiki

Danial Viðoy

Sara Mahfoud, sum hevur føroyskar røtur, gjørdi bart í gjárkvøldi í sínum fyrsta dysti á professionellum støði í boksiringinum. Tað tók henni 29 sekund at neva mótstøðukvinnuna úr leikinum.

Sara Mahfoud, sum hevur føroyskar røtur, gjørdi bart í gjárkvøldi í sínum fyrsta dysti á professionellum støði í boksiringinum. Tað tók henni 29 sekund at neva mótstøðukvinnuna úr leikinum.

Sara Mahfoud, sum í vetur hevur vunnið Vild Med Dans, ríður víðari á suksé-bylgjuni, nú við nevaleiki.

Í gjárkvøldið skuldi hon standa sína fyrstu roynd á altjóða pallinum, og hon fekk onki minni enn eina dreymabyrjan.

Eftir seks sekundum lá kekkiska mótstøðukvinna hennara á gólvinum. Hóast kekkiskaPetra Podraska reistist aftur, mátti hon longu takka fyri seg 29 sekund inni í nevaleikinum.

Sara Mahfoud vann so statt sín fyrsta dyst á professionellum støði við manér.


Hálvur føroyingur

Mamma hennara er føroysk, í meðan pápin er sýri.

Sara Mahfoud er fødd í Føroyum og búði tey fyrstu fýra árini í Føroyum.

Heima (Danmark) snakkaðu hon og mamma hennara altíð føroyskt.

kelda: eb.dk
Harleywoodpaint