Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyingur í nýggjum laksaataki í USA

Oliver Joensen

Jakob Mortensen, ættaður úr Klaksvík, hevur stovnað Salmon Depot í USA. Hetta varð gjørt í juli í fjør í samstarvi við fleiri virki í danmark, Noregi, Týskalandi og Polen.

Jákob Mortensen stóð í læru sum ungur á bedingini í Klaksvík. Og í 1982 kom hann til Keypmannahavnar har hann í 1985 tók prógv sum maskinverkfrøðingur.

Frá 86 til 93 starvaðist Jacob á donsku fyritøkuni, Louis Poulsen og í 93 tók hann við starvi sum tekniskur stjóri hjá deildini i Miami í Florida. Í 97 bleiv Jakob settur sum stjóri hjá Louis Poulsen í Sydney í Australia. Her var hann til 2002 tá hann keypti felagið.

Í 2008 seldi Jakob virkið í Australia aftaná eina meira enn trýfalding av virkseminum í seks ár.

Í 2008 byrjaði hann at byggja upp eitt nýtt virki, sum legði seg eftir at útflyta laks úr Danmark og Noregi til lond sum Australia Suður Afrika og til londini í Miðeysturi. Í hesum sambandi flutti hann til Libanon har hann hevur bú til 2012. Í dag koyrir Jakob fleiri virki, bææði í Australia, Miðeysturi, Danmark og nú eisini í USA

Jakob hevur gjøgnum árini tilogna sær góðan kunnleika til marknaðir handan høv, samstundis sum hann hevur útbúgvið seg víðari í .a Internationalum Handli á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn og People Management hjá Disney í Orlando í Florida.

Salmon Depot USA hevur høvuðssæti í downtown Los Angeles, sum verður rokna sum ein miðdepil fyri fiskafluttning í USA. Fleiri amerikanskar retail ketur hava innkeypsentur her og fleiri av europæisku innflutningsfeløgunum hava valt ag leggja teirra distributiónssentur í hesum økinum,sigur Jakob Mortenesen millum annað í tíðindaskrivi.n høv, samstundis sum hann hevur ndini