Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroysk jólagudstænasta í Oslo 

Jóhann Lützen

Sunnudagin 20. november verður árliga føroyska jólagudstænastan í Oslo.

Gudstænastan, sum byrjar klokkan 15, verður í ensku kirkjuni, St. Edmunds Church, Møllergata 30 í Oslo. Hendan kirkjan hevur verið brúkt til føroysku jólagudstænastuna í fleiri ár. Gudstænastan, sum vinafelagið Norsk-færøysk lag skipar fyri, hevur verið hildin á hvørjum ári siðani fyrst í nítiárunum.  

Tað verður Njál Djurhuus sum skal halda taluna undir gudstænastuni. Kirkjukaffi er aftaná gudstænastuna.