Kappingarárið fyri føroyskan kappróður í Danmark verður í vikuskiftinum skotið í gongd í Odense.
Kappingarárið fyri føroyskan kappróður í Danmark verður í vikuskiftinum skotið í gongd í Odense.
Komandi leygardag skipar Róðrarfelagið Sleipnir fyri fyrstu av fimm árligu stevnunum har róð verður um stig til danska meistaraheitið í kappróðuri í føroyskum bátum.
”Veðrið sær út til at blíva av tí allar fagrasta og vit meta at fáa vitjan av umleið 300-400 fólkum á degnum.” sigur Guðrið Krúnufjall, forkvinna í Sleipnir.
Stevnan verður sett kl. 13.00 og hereftir fer kappróðurin í gongd. Gjøgnum allan dagin verður møguleiki fyri at keypa føroysk ábit og drykkjuvørur, umframt at umboð úr dansifelagnum Miðgarðsormurin skipa til føroyskan dans. Seinni um kvøldið fer Símun von Konoy at spæla til dans. Sí stevnuskránna á www.sleipnir.dk
Hendan stevnan er einans møgulig at halda vegna alla ta góðu hjálp, sum felagið hevur fingið. Og vilja vit tí eisini nýta høvið at takka allar stuðlar, onnur feløg og øll tey sjálvbodnu sum hjálpa til áðrenn, undir og eftir stevnuna.
Eitt spennandi kappingarár byrjar!
Við bestu róðrarkvøðum
Nevndin í Sleipnir




